Lítla bjørnin og tann lítli tikarin eru bestu vinir, og tey ræðast einki, tí at tey eru ógvuliga sterk. Men ein dagin fara tey avstað at leita eftir Panama, dreymalandi sínum. Á leiðini uppliva tey mangt spennandi. Men hvar er Panama?
Er um mammur av ymsum slag og um føroyskar einsamallar mammur í Keypmannahavn.
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingurin skal skriva dagfesting og ár og lýsa veðrið.
Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum. Viðgjørdu evnini eru m.a.: Heima hjá mær, Ættargransking, Krambúðin, Grindahvalur, Vatn, Vindur, Endurnýtsla og burturkast, og Samskifti.
Bókin fylgir gjølla Lær teg enskt eftir Ásu Hátun og Unu Poulsen, so at tað ber til at sláa upp í báðum, um ein kannar ávíst fyribrigdi.
Sponsk-føroysk skúlaorðabók er ein frekvensorðabók við teimum mest nýttu orðunum í spanska málinum. Um tú lærir teg øll orðini í henni, skilur tú meir enn 95 % av øllum miðaltorførum sponskum tekstum og samrøðum.
Skaldsøga. Um unga drongin Høgna og lív hansara sum sjómaður. Høgni mennist og fær at enda Gunnvá, sum hann hevur droymt um frá barnsbeini av.
Eitt kvøld í 1942 stendur ein maður á eini kei í Lissabon og starir at einum skipi. Ein fremmandur bjóðar honum tveir ferðaseðlar, treytað av, at hann sleppur at siga søgu sína ið byrjar, tá hann flýggjar úr Osnabrück í 1933, og endar í Lissabon.
Triðja album hjá Rasmus Rasmussen. 7 løg
10 løg. Rokk, singer/songwriter
Fitt pappbók um at vera góð við pápa sín. Pápin og barnið spæla saman. Lat klaffarnar upp fyri at síggja tey koyra kapp og reiggja og mangt annað stuttligt.
Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.
Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt kapitul um føroyska myndlistasøgu.