“Úr flogfarinum er býurin einans stjørnugrús, ið hýsir svøvnleysum mannasamfelag. Kanska ein stuttan ófriðarligan blund, síðan er býurin aftur á fótum. Reglubundnar rørslur – aftur og aftur – sjálvvirkandi ljóð og undirstreymar av hugmyndum og kenslum gjøgnum fólkahavið.
Onnur bókini í røðini Skýmingarsøgur. Fyri Bellu er bara eitt í verðini, sum hevur størri týdning enn sjálvt lívið: kærleikin til vampýrin Edward. Men júst viðurskifti teirra millum er um at kosta henni lívið, og tí ger Edward av at fara frá henni.
11 sangir. Tungmálmur
Henda bók kom út í 1903 við titlinum: Færøsk Politik. Nogle Uddrag og Betragtninger. Bókin er eitt fínt íkast til upplýsingar og til at fata ymist viðvíkjandi føroyskum politiskum viðurskiftum.
Der er ingen tekst at holde sig til i historien om Mose Lise. Følg hende med på rejsen og lad billederne hjælpe dig og dit barn med at lave jeres helt egne historier.
Bókin er á enskum. Ongin tekstur er at halda seg til í søguni um Mosalisu. Lat títt og barnsins hugflog sveima við henni á ferðini og lat myndirnar hjálpa tykkum at gera søgurnar.
Í søguni um Mosalisu er ongin tekstur at halda seg til. Lat títt egna og barnsins hugflog sveima við henni runt á ferðini og lat myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.
Alfred og Sámuel vakna ein morgun á loftinum, burturgloymdir í einari pappeskju. Spakuliga minnast teir eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini.
Kehlmann skrivar um lívið hjá tveimum úrmælingum, longsul teirra og veikleikar. At máta heimin er eitt raffinerað spæl millum søguligar sannroyndir og skaldskap; ein heimspekilig, ævintýrakend skaldsøga við framúrskarandi hugflog og mátti.
Søga fyri ung. Vit fara við faðiri og soni á ferð gjøgnum Evropa, har teir leita eftir konu og mammu.
Tað, sum stendur í hesi bók, byggir á prát um føroyskt mál í Útvarpi Føroya. Umframt tað, ið varð sagt í útvarpinum, eru settar viðmerkingar inn. Hetta eru neyvari og perspektiverandi útgreiningar av ymiskum slag, summar stuttar og aðrar langar.
Lærarabókin hevur á leið sama bygnað sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Fyrsti partur er um lív og náttúru, annar partur er um lívið undir sjóneyku og triði partur er um mannakroppin.
Føroysk ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn. 10 ungfólk verða lýst í bókini, hvør frá sínum sjónarhornið.
Hvassi flýggjar eins og í fyrstu bók undan fólkum, hann ikki veit, hvørji eru, og einki er, sum tú heldur. Um somu tíð sum bókin er ógvuliga fangandi, er hon eisini rá og ógvuslig. Hon er egnað til størri børn og ung.