Søgan um jødarnar (16)
Bókin er ein søgulig lýsing av jødum frá bíbilstíð fram til samtíð. M.a. eru brot úr bíbliu, lýsing av jødunum sum fólk, og hvørji ískot tey hava gjørt í heimssøguni.
Ringanna Harri 1, MP3
Um hobban Fróða, sum roynir at fáa tann gandaða ringin til Mordor til tess at beina fyri honum. Ein ævintýrsøga um bardagan millum tað ónda og tað góða.
Vencil nr. 9
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan
Bókin snýr seg bæði um almenn og persónlig viðurskifti. Tá hon kom út, kveikti hon nógv kjak um m.a. leiklutin hjá religión í Føroyum. Ì meira enn tvey áratíggju hevur Sjúrður Skaale verið virkin í samfelagskjakinum. Ì talum og greinum hevur hann viðgjørt almenn og persónlig viðurskifti; smámál og stórmál. Viðhvørt hevur hann verið skemtiligur, viðhvørt illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt sarkastiskur. Og viðhvørt er hann farin um mark til tað áleypandi og óreina.
Gullgentan
Gullgentan er tað fimta søgusavnið, sum Hanus Kamban letur úr hondum, og umboðar eina avgjørda snaring í hansara søgukynstri.
Mumi, summarbókin við klistr.m
Nógv er at gera í Mumidali. Tú kanst svimja í sjónum og fáa tær at eta á sandinum.Bókin hevur meira enn 100 klistrimerki, sum barnið kann seta í tey tómu plássini á hvørjari síðu.
Mumi við klaffum-krógva og blu
Mumitrøllið og lítla Mý spæla krógva og blunda. Mumitrøllið blundar, og lítla Mý krógvar seg. Barnið sleppur at hjálpa Mumitrøllinum at lyfta lúkunum og leita eftir lítlu Mý.
Rend
Savnið Rend er funnin fressur hjá teimum, ið dáma speirekandi og hugkveikjandi skaldskap.
Lætt & leskiligt, 3 arin (20)
Eins og í hinum bókunum fylgja uppskriftirnar kosttilráðingunum, og tær hóska eisini væl til tey, sum hava diabetes, hjartasjúkur, æðrakálking ella skulu ansa eftir vektini.
Tað lýsir á landi, fløga
Skaldsøga um manningina á sluppini Ørnini undir fiskiskapi í Íslandi og heima millum túrar. Um handil, stættastríð, átrúnaðarligar rembingar og kærleika á bygd og í bý í tríatiárunum.
Berlinaraspirnar, mp3
Hetta er søgan um tríggjar brøður. Í vikuni fyri jól fær mamman slag og liggur fyri deyðanum. Teir tríggir koma saman um hana, tá ið hon liggur á deyðastrá. Teir hava ikki borið eyga hvør við annan í óminniligar tíðir.
Halastjørnan kemur
Bøkurnar um mumitrøllini og øll hini, sum vitja ella búgva í Mumidali, eru vorðnar heimskendir klassikarar. Í hesari er alt eitt sindur spennandi og óhugnaligt, tí øll vænta eina halastjørnu fara at koma, og tað dámar ongum sjálvandi
Lívið sum Rósa 3
Fyrr helt Rósa, at tónleikurin var tað týdningarmesta av øllum í einum sangi, men nú veit hon, at teksturin er alt. Tað sigur Robbi so. Og alt, ið hann sigur, er øgiliga týdningarmikið.
Vaknandi, yrkingar
Tekstirnir eru kenslubornir og snúgva seg í høvuðsheitum um kærleika, og hvørja ávirkan hann hevur á frásøgufólkið.
Johnny og 7 vinir hansara
Johnny fer avstað at leita eftir sunnudagslandi, tí hann ætlar at fáa sunnudag at vera allar dagar í vikuni. Á vegnum hittir hann allar hinar dagarnar, sum vísa honum leiðina fram til Sunnudagslandið.
Eldur í !, fløga
Eldur er í Oyðigarðinum! Fríða og Isabella hyggja ræðsluslignar at, meðan garðurin stendur í ljósum loga - og tær hava skyldina ella...? Tá ið løgreglan finnur partar av beinagrindum í øskuni, er marran fullkomin: onkur er brendur inni.















