Ungur fór Jóhannes Haraldsen at skriva handrit til stóra bíbliuorðabók. Hann skrivaði alt handritið við hond. í arbeiðinum við bíbliuorðabókini brúkti hann Bíbliuna í týðing eftir J.Dahl og K.O.Viderø
Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Bókin hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.
Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Bókin hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.
16 ára gamla Katniss tekur plássið hjá yngru systrini í Hungursleikunum. Uttan at ætla tað, er Katniss vorðin ein av luttakarunum. Men skal hon vinna, má hon velja millum yvirliving og miskunnsemi og millum lív ella kærleika.
Søguliga trúvirðið í føðisøgum Jesusar er eitt evni, sum søgugranskarar kring heimin hava granskað og skrivað um í mong ár. Í bókini tekur Hans Andrias Sølvará samanum nógv av tí, sum er skrivað og ger egnar metingar um evnið. Hann viðger føðisøgurnar um Jesus, sum tær verða sagdar í Nýggja testamenti, úr einum søgukritiskum sjónarhorni.
16 ára gamla Katniss tekur plássið hjá yngru systrini í Hungursleikunum. Uttan at ætla tað, er Katniss vorðin ein av luttakarunum. Men skal hon vinna, má hon velja millum yvirliving og miskunnsemi og millum lív ella kærleika.
KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum - skemtingarsamur og beinrakin!
Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.Bókin er skipað við frágreiðandi høvuðsteksti, sum verður stuðlaður av upplýsingum, sum eru settar inn sum brot, ið eisini kunnu verða lisin fyri seg. Til dømis verður eitt stjørnufrøðiligt fyribrigdi í føroyskari søgn tikið fram.
Solidariteturin er alla tíðina hjá slitmanninum og hjá teimum, sum duga at síggja tað stóra í lívinum og natúruni.
Yrkingarnar eru sterkar myndir úr einum uppvøkstri, har mamman í húsunum ræður øllum og ræðir øll.
William Hammer verður biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara.
Koks, sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru. Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða.
Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU byrjar við, at ein huldukona lokkar 3 ára gamla Hugin burtur í haga nakrar dagar. Henda løgna hendingin fylgir honum alt lívið.
Í bókini eru hugleiðingar frá barna- og ungdómsárum. Og frá sigling við fiskiskipum og farmaskipum. Umframt eru umrøddar nakrar søguligar hendingar frá støðum, hann hevur vitja.
Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.