Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti í Mississippi.
Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti í Mississippi.
Samrøða um gudsótta millum Sokrates og Euthýfron. Hanus Kamban hevur viðmerkt.
Lagnan setur Egili mark, tá ið hann sum skipbrotin má kvøða seg frá deyðanum við at bera fram fagnaðarkvæði fyri argasta fígginda sínum. Tað er tann eirindaleysi, ið verður eirdur og verður eyðmjúkari.
Hetta er bergtakandi søgan um teir báðar Njál og Gunnar. Søgan viðger blóðhevnd, kravið um heiðursuppreisn, og hvussu hetta krav elvir til at megnarmenn verða høpisleyst týndir.
Tøgnin lýgur setur átrúnaðarligu og politisku trupulleikarnar í Norðurírlandi í sekstiárunum og frameftir í brennidepilin.
Í Fastatøkum verður sjólívið lýst í góðum og ringum løtum, í ódn og í logn, á fiskileið, á heimferð og heima millum túrar. Hetta lívið mennir hin unga, og Høgni fær fastatøkur á lívinum og kemur heimaftur til dreymagentuna og faðirs garð.
Fáur dugir so væl sum Heðin Brú at greina og eyðmerkja ta gomlu tíðina, men endamál hansara var ikki at steðga tíðini, heldur at lýsa og greiða frá og seta tað farna upp sum tað var.
Í Lognbrá fylgja vit droymaranum Høgna frá smádreingi, til hann mannkomin fer til skips.
Skaldsøga um minni, ið valda á nútíðini, um at sætta seg við tað, sum var. Maria Ernestam hevur skrivað eina hugtakandi frásøgn um sorg og missir, vinalag og sterkan kærleika.
Andaligi fyristøðumaðurin í nýggju Kraftkeldunnar kirkju verður myrdur. Systirin er sannførd um, at løgreglan hevur hana undir illgruna fyri morðið. Advokat Rebekka Martinsson kemur at hjálpa og brátt kennir hon seg sjálva elta og hótta.
Í 1898 helt Jóannes Patursson, at grundarlag var lagt undir ein veruligan búnaðarskúla í Føroyum og ætlaði sær at halda fram. Men føroysku myndugleikarnir vildu heldur steðga hesum framtakinum. Bókin hevur savnað týðandi tekstir um málið.
Ætlanin við Syng er at menna føroyska sangin hjá børnum, ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítíð. Í Syng eru 456 sangir. Allir- uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir - eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, heilt nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna.
Ungur fór Jóhannes Haraldsen at skriva handrit til stóra bíbliuorðabók. Hann skrivaði alt handritið við hond. í arbeiðinum við bíbliuorðabókini brúkti hann Bíbliuna í týðing eftir J.Dahl og K.O.Viderø