Eg havi nakað, eg má fortelja tær.....
Tú veitst, nær tú hevur ein rættan vin. Ein at hava tað stuttligt saman við, at flenna og gráta saman við. Henda bókin er fyri ein heil serligan.
Drós er ein genta, ið verður illa happað í flokkinum. Hvør dagur er eitt stríð at koma ígjøgnum. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokki, sum torir at taka sjálvstøðugar avgerðir og at velja hvønn hon vil at vera saman við. Henda gentan og Minomman, sum Drós vitjar, tá vónloysi er størst, verða bjargingin hjá henni.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Triin Soomets. Inngangsyrking - Odveig Klyve. Yrkingar - Ludvík á Brekku. Yrking - Bertrand Russell. Fyrilestur - Willem M. Roggeman. Yrkingar - Klæmint Vágadal. Søga. Framhald.Seinni partur - Elka Njagolova. Yrking - Kim Simonsen. Ummæli. Føroysk bókmentasøga 1 - Gerður Kristný. Yrking - Svenning av Lofti. Meining - H.G.Wells. Søga - Vjakkislav Kuprianoff. Yrking - Øssur Johannesen. Ummæli- Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen - Øssur Johannesen. Ummæli. Torbjørn Olsen......
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Í Føroyum er nógvur heiðafuglur. Ein stórur partur av honum er flytifuglur. Flytifuglur er bara í Føroyum um summarið, tá ið hann reiðrast. Um veturin flýgur hann til heitari lond at vera.Les um, hvat eyðkennir heiðafugl, um sansir og bygnað, og hvat vaðfuglur, búfuglur, flytifuglur og støðufuglur er.
Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Í bókini kanst tú lesa um, hvat eyðkennir fugl, fuglalát, bútíð og um ymsar vanligar smáfuglar og eisini minni vanligan smáfugl
Hjalmar Ekdal er giftur Ginu, og hann heldur, at hann er pápi 14 ára gomlu Hedvig.Ein barndómsvinur hansara, Gregers Werle, avdúkar, at tað er faðir hansara, handilsríkmaðurin Werle, sum hevur gjørt tænastugentuna Ginu við barn,áðrenn hon fann sær Hjalmar.Beint øvut av tí, ið Gregers ætlaði, vil Hjalmar síðan ikki kennast við Hedvig, sum annars hevur elskað hann yvir alt. Tað fær syrgiligar fylgjur.