Fiska og onnur kortspøl eru ætlað børnum, tá ið tey læra at lesa. Kortini stuðla børnunum at læra bókstavirnar og tilhoyrandi ljóð. Kortini eru væl egnað at nýta í skúla, barnagarði og heima.
Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum. Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og islam samanbornir.
Arbeiðsbók til Kristni 6
Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í lærugreinini.
Hóast 71 prosent av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 prosent av heimsins fuglasløgum sjófuglur. Í Føroyum er heilt nógvur sjófuglur, tí her er nógv føði í sjónum. Les um fuglin, hvussu hann er bygdur, hvat eyðkennir hann, hvat hann etur, hvussu hann reiðrast og mangt, mangt annað. Til ber eisini at lesa um ávís fuglasløg, sum nógv eru til av í Føroyum.
Lúr inn í heimin undir sjónum og uppliv og lær um dýr og plantur, ið har liva.Vit fylgja lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi eru at finna.
Óli og Ívar eru fluttir í nýggj hús. Í kjallaranum er bølamyrkt, og har spøkir? Óli og Ívar droyma sama dreymin, men ongin í húsinum lurtar eftir teimum. Grannakonan veit tó væl, hví teir droyma ringar dreymir.
Adam ger alt tað og eigur alt tað, sum ein kulur sjórænari skal.
Leivur skal sova, men hann bæði sær og hoyrir líkt og ólíkt. Spøkilsi, tjóvar og vampýrar. Um morgunin kemur mamman og spyr, um Leivur hevur sovið væl? Man Leivur hava sovið væl?
Børnini fara út í kavan at spæla. Og hvat er meira natúrligt enn at fara undir at gera ein kavamann? Úrslitið verður so fínt, so fínt
Magnus og Rasmus spæla aftur detektivar. Men hesa ferð er tað í so spennandi. Í øllum førum hjá Magnusi.
Dávur og tey eru í Kambodja. Tá sera virðismiklar standmyndir hvørva úr Angkor, setir politiið mammuna í fongsul og skuldsetir hana fyri stuldur, og børnini mugu stríðast við náðileysar skálkar, óvuliga svangar krokodillur og mutraðar politistar.