, , ,

Støddfrøði 8, Grundbók

Grundbókin er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

358,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

MIST KALL (10)

Ein mánað aftan á 22. juli fara Rebekka og Fariba í miðnámsskúla. Fariba teknar seg sum lim í AUF, og Rebekka hevur nógv um oyruni: kabarettina, Daniel við krúllunum, ball, skúla og vinir. Trupulleikin er bara, at Rebekka alla tíð hugsar um tað, sum hendi. Mist kall er ein grafisk skaldsøga um yvirgangsatsóknina á Utøya, um lívið aftaná og um øll tey, sum vit sakna, hóast vit ongantíð lærdu tey at kenna.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Toran gongur (12)

Øll í húsinum hava hvør síni arr, sum pína tey. Pápin Marinus og børnini Aurora og Kaspian sakna mammuna, sum rýmdi frá teimum. Innan fyri sjalini fjala Enara og dóttirin Sirje síni stóru loyndarmál. Sorg og einsemi hava tikið allar litir úr verðini hjá unga Viktori. Gamli klaver­ leikarin madam Iris hevur mist tónleikin í sínum lívi. Ein dagin bjóðar fimtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum.

260,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Kanningarbólkurin 4 - Kavafresaraduellin (70)

Teir stóru og óhugnaligu kavafresararnir hava noytt kavasópararnar niður av fjallatoppinum, har teir búgva. Ella og Felix mugu hjálpa teimum í stríðnum at sleppa heim aftur. Tað verður ísakalt og ræðuliga farligt, men Kanningarbólkurin veit akkurát, hvat skal gerast!

160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Mín!

Í dag kemur Niklas heim til okkum at spæla, sigur mamma. Hann sleppur ikki at læna íkornan, sigur Sally, - Hann er bara mín. Niklas sleppur ikki at læna tokið, parkeringshúsið, sjónvarpið ella vesið. Og ímynda tær, um hann vil læna mammu Sally?! Tað sleppur hann í øllum førum ikki!

178,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hjarta mansins (18)

Í eini gamlari arabiskari læknabók verður sagt, at hjarta mansins verður býtt í tvey innrúm, annað eitur eydna, hitt eitur ørkymlan. Hvørjum skalt tú trúgva? Av tí at rúmini eru tvey, ber til at elska tvey menniskju samstundis. Kroppurin gevur okkum henda møguleika. Men samvitskan stríðir ímóti, og hetta kann gera lívið torført at liva.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Dreymaólag, yrkingar (52)

Gyrðir Elíasson (1961) hevur givið út eina røð av yrkingasøvnum, stuttsøgusøvnum og skaldsøgum á íslendskum. Stílurin er altíð myndríkur og lýriskur. Yrkingar og søgur hansara eru eyðkendar og lýsa á heilt serligan hátt dreymar og veruleika, tað fantastiska og tað triviella. Samstundis hava lýsingar hansara mangan ein farra av magiskum útsagnum, har hann yrkir um samanhangin millum hugsan og nátúr

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Nivlheimur, mp3

Nivlheimur leggur fyri á Jan Mayen í 1938. Gott 80 ár seinni fær Hannis Martinsson álagt uppgávuna at finna eitt loyniligt handrit, sum skal vera komið úr Íslandi til Føroya í miðøld. Hannis hevur lítið at halda um, og sterkar kreftir gera alt fyri hindra, at hann skal røkka sín setning.

249,00 kr.
Vís meira
, ,

Halgigripaskrínið, mp3

Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall.

249,00 kr.
Vís meira
, ,

Sólgrátur, mp3

Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.

199,00 kr.
Vís meira
, ,

Vanvarði - Tóra II, mp3

Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug. Vanvarði er onnur bók í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

299,00 kr.
Vís meira
, ,

Stríðsárini 6, mp3

Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Sum heitið á hesi bókini sigur, umrøður bókin hendingarnar við krígslok.

199,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Stríðsárini 5, mp3

Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Móti sumri 1942 kom gongd á ætlanirnar hjá bretsku stjórnini at byggja ein skansa til Royal Air Force í Føroyum. Í hesi fimtu bókini verður m.a. greitt frá tí stór

199,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Stríðsárini 4, mp3

Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Hetta heitið á fjórðu bókini lýsir ógvuliga væl ta støðu, sum føroyingar vóru í árini 1942 og 1943.

249,00 kr.
Legg í kurv