Alvi skorar
Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía. Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?
Mussa meg nú!
Karin og vinkonurnar spæla mussispæl saman við dreingjunum í pútirúminum. Karin vil fegin mussa Leiv, men ikki fríggja, soleiðis sum Julia ger. Men knappliga kemur Stóri-Andras upp í spælið, og nú heldur Karin ikki, at tað er so stuttligt longur...
Heilin
Líkist heilin á dreingi heilanum á gentu? Hvat hendir, tá ið tú verður forelskað/ur? Hvussu minnist vit? Hvat hendir hvar í heilanum, og hvussu virkar tað? Í hesi bókini kanst tú lesa um alt tað fantastiska,sum hendir í heilanum, kryddað við stuttligari teknirøð, tekningum og myndum. Skrivað hava Espen Dietrichs, sum er professari í nervafrøði, og Eirik Newth, sum er serfrøðingur í stjørnualisfrøði.
Elias 12 og hon,sum eitur Elsa
Elsa er flutt til ein annan bý. Hon saknar gomlu vinir sínar og følir seg einasamalla. Elias livir á eggini og ger tað, sum honum lystir. Hann kemur frá einum heimi við misbrúki og er á veg út í kriminalitet. Elsa og Elias siga søguna úr tveimum sjónarhornum. Tey bæði ungu liva heilt ymisk lív, men ongin teirra trívist í skúlanum, og ein dag hittast tey á einum bonki. Kanska hava tey meira í felag, enn tey halda ...
Lítil og sterkur
Tað er so nógv spennandi, sum er hent. Tað eru so nógvar spennandi søgur at siga frá. Sum tann, tá ið mamma var indiáni og kavaði av einum kletti, ella, tá ið pápi vísti mær alheimin. Ein onnur serstøk hending var, tá ið eg át bomm saman við systi míni, ið er ein eingil. Og um mín fyrsta skúladag, tá ið tað var fult av flugum í flokkinum.
Ótrúliga søgan um Sally Jones
Hetta er ein søga um óloyst brotsverk í fjarum, tokusveiptum býum. Hetta er ein søga um lúnskan óndskap í fepurheitum frumskógum og um trúfast vinalag á brúsandi heimshøvum. Hetta er ein søga um longsul, vónir og nívandi svik.
Mandy at home,fløga til bókina
Fløga við upplestri av tekstunum í bókini, soleiðis at næmingurin eisini heima við hús kann hoyra tekstin á enskum. Enskmælt børn og vaksin, ið øll búgva í Føroyum, geva orðunum enskt ljóð á fløguni.
Kjølbro
Sum heitið skipar til, er bókin ein lýsing av íverksetaranum og vinnulívsmanninum Jógvan Fríðrik Kjølbro frá tí at hann gjørdist handilsleiðari hjá faktorinum í 1909, og fýra ár seinni keypti sítt fyrsta skipa saman við bróðrinum, Dáva, til fyritøka hansara nærum hálva øld seinni kom á aðrar hendur.
Framtíðin er okkara
Hugsjónarliga er Høgni Reistrup liberalur fullveldismaður, og hann er ein nýggj rødd á politiska vígvøllinum. Høgni greinar politisku skipanina, vísir á viðurskifti, ið avmarka okkara virkisfrælsi, og setur kós, vit eiga at halda ímóti fullveldinum Føroyum.
Bókin um tað góða
Bókin um tað góða er søgan um tann rúmliga trýss ára gamla prentaran K., sum ein várdag í 2011 ásannar, at hann hevur mist trúnna upp á tað góða soleiðis, sum hann frá barnsbeini er vandur upp til at skilja tað góða í einum andliga trongum umhvørvi.
Karitas 1- við ongum heiti
Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jónsdóttir er í stórum systkinaflokki. Pápan hava tey mist á sjónum.Ímóti allari siðvenju hevur mamman sett sær fyri, at øll børnini skulu hava útbúgving gentur sum dreingir. Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hesum máli.Karitas hittir eina konu, sum málar. Hon sær, hvussu gávurík Karitas er, og sær til, at hon sleppur á listaskúla í Keypmannahavn á leið 1920.
Søga 4, ein søguferð Lærarav.
Læraravegleiðingin til Søga 4, ein søguferð, er ætlað sum eykatilfar til læraran. Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 4, ein søguferð. Svar er til nakrar av uppgávunum í næmingabókini, og eru tey svarini at finna í kapitlinum, sum uppgávan hoyrir til.
Umskapanin, fløga
Ein morgun vaknar Gregor Samsa úr marrudreymi og varnast, at hann er umskaptur til eitt stórt skordýr. Upprunaútgáva 1915.
Risar, Riddarar og Føgur Fljóð
Hetta eru samandráttir av teimum kvæðum, ið antin koma fyri í Føroyum og í einum ella fleiri Norðurlondum ella bert koma fyri í Føroyum. Farið varð at skriva samandráttir av øllum norðurlendskum miðaldarkvæðum um 1960. Í 1978 kom verkið út á enskum "The Types of the Scandinavian Medieval Ballad" - stutt nevnt TSB.
Herviligi Henry vekir tey deyð (80)
Fýra søgur eru í bókini: Herviligi Henry og fjarstýringin Hervilig. Henry stillar upp . Herviligi Henry og vánaliga gávan . Herviligi Henry vekir tey deyðu
Herviligi Henry og skrímslafilmurin (80)
Fýra søgur eru í bókini: Herviligi henry og skrímslafilmurin . Herviliga vikuskiftið hjá Herviliga Henry . Herviligi Henry og sómakortið . Olympisku leikirnir hjá Herviliga Henry .















