Isabella Swan flytir til Forks, ein vátan og keðiligan bý, og hon væntar sær heldur ikki annað enn regn og keðsemi. Men so hittir hon gátuføra Edward Cullen, og brádliga fer ein undursom og djúpt ørkymlandi broyting fram í lívi hennara.
Tóta er átta ár og býr á ovuru hæddini í einum húsum, sum standa mitt í býnum. Í kjallaranum búgva abbin og omman. Tóta er skilagóð og viðhvørt eitt sindur frek. Besta vinkonan er Ása og hon er fødd í Korea.
Tað var nu´, at va´rið skuldi koma, men va´rið kom ikki. Hetta er søgan um, hvussu Mimbo Jimbo og vinir hansara stri´ða seg gjøgnum kavan og loysa ga´tuna um, hvi´ tað bra´dliga gjørdist vetur aftur
Ein dagin er knappliga eitt egg í holuni. Mamman og pápin eru so forlipt. Hvar er hetta eggið komið frá? Tað veit Lundapisan ikki. Hon veit heldur ikki, hví mamman og pápin eru so forlipt, og henni dámar hetta einki. Men ein dagin tímir Lundapisan ikki meir. Hon er ill og sparkar eggið. Tað fer rullandi úr holuni, oman eftir bakkanum og steðgar ikki fyrr enn heilt úti á eggini. ÁH ÓH! Hvat nú?
Bókin er um viðgitna og máttmikla katólska biskupin Jón Arason (1484-1550) Hon sigur frá barndómi og ungdómi Jóns, samlívinum við Helgu Sigurðardóttir, kirkjuliga embæti hansara og ógvisliga stríðnum, sum tók seg upp seinastu árini av lívi hansara.
Lestrar til hvønn dag í árinum.
Uppgávubók til Rokning 1 c og d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.
Søgnin um kópakonuna sigur okkum, hvussu fólk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Søgnin kann eisini takast úr hesum søguliga samanheingi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær.«Kópakonan» leiðir okkum inn í girnd, kærleika,kærleika, at vera øðrvísi, at vera noydd at skapa sær annan samleika, sakn og sorg, fyrigeving og revsing.
Elsa er flutt til ein annan bý. Hon saknar gomlu vinir sínar og følir seg einasamalla. Elias livir á eggini og ger tað, sum honum lystir. Hann kemur frá einum heimi við misbrúki og er á veg út í kriminalitet. Elsa og Elias siga søguna úr tveimum sjónarhornum. Tey bæði ungu liva heilt ymisk lív, men ongin teirra trívist í skúlanum, og ein dag hittast tey á einum bonki. Kanska hava tey meira í felag, enn tey halda ...
Scrooge er ein natin og óvinarligur maður. Hann heldur als ikki, at tað er neyðugt at hugsa um onnur. Men so fær hann vitjan av andum, sum vísa honum, hvussu menniskju liva. Og so broytir Scrooge hugsan. Hetta er klassiska jólaævintýrið hjá Dickens, sum Roberto Innocenti so meistarliga hevur myndprýtt.
Ida og Uni lata lúkuna upp og lova Dís út úr búrinum. Babba, Dís er rýmd. Hon er vekk! rópar Ida.
Mina býr á eini trøð saman við Æsu og lombum hennara. Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Tey standa sum kánus. Hvat er hatta? spyrja tey.
Alvi venur eina fintu. Hon er sera flott. Men fintan er ring. Tí bólturin er stórur. - og rundur