Ein bólkur av yrkingum er stuttorðaðar ofta haiku-kendir tekstir við mangan dyggum sannleikum. Savnið verður lokað við meiri vanligum yrkingum, har beiskir sannleikar um tilveru okkara á fold verða lagdir fyri lesaran.
Uppgávubók til Rokning 1 a-b, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.
Uppgávubók til Rokning 2, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.
Lærarabók til bókaheildina Rokning, sum er til støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Dávur og familjan eru og ferðast í London. Tað er ein hugnaligur túrur, til ein gamal kunningur biður um hjálp. Men Dávur ivast í, um tey áttu at hjálpt honum, tí knappliga enda tey í einum gomlum lík-kjallara. Og annars er tað ikki bara kjallarin, sum er vandamikil.
Fyrsta myndprýdda útgávan av gandakenda klassikaranum hjá J. K. Rowling er ein skreytbók, ið er ein sonn fragd fyri eygað. Hon er hon ætlað bæði trúðføstum fjepparum og nýggjum lesarum, tí hóast søgan er tann sama, so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamannin Jim Kay tær eina heilt aðra lesiupplivingin.so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamannin Jim Kay tær eina heilt aðra lesiupplivingin.
Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýsla 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, má Katniss seta sítt lív í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.
Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýsla 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, má Katniss seta sítt lív í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.
Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Bergen til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum.
Sum skaldið sjálvur sigur, er yrkingin øðrvísi og drúgvari enn tær, hann fyrr hevur skrivað, og hon man, tá ið kvæðini eru frá, vera ein hin longsta, sum er upprunayrkt á føroyskum. "Tað orðið" er í mangar mátar ein programmyrking, har høvundurin sigur frá síni lívslongu leitan eftir tí rætta orðinum í tí røttu løtuni. Tað er ein rannsókn at finna akkurát "tað orðið", sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal.
Rokning 2a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Lær teg at stava 2 er onnur bókin av trimum stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum. Í bókini eru átjan smáar søgur (fyrisagnir) og uppgávur, har børnini arbeiða við sjálvljóðum og hjáljóðum, stavilsum, rímpørtum og stavimynstrum, setningsbygnaði o. ø. Aftast í bókini er vegleiðing til lærarar og foreldur.
Smádrongurin Hugin veksur upp á bygd í 1930'unum, og bókin fevnir um hansara fyrstu barnaár. Greitt verður frá gerandisdegnum og smáum og stórum hendingum annars, sum hava ávirkan á smádrongin.
Smádrongurin Hugin veksur upp á bygd í 1930'unum, og bókin fevnir um hansara fyrstu barnaár. Greitt verður frá gerandisdegnum og smáum og stórum hendingum annars, sum hava ávirkan á smádrongin.