Hubert beit seg í undirvørrina. Hann var eingin ketta. Men hann vildi so fegin hava onkran at tosa við. Han leyg: Jú, jú, sjálvanid eri eg ein ketta. Gott! Eina løtu helt eg teg vera ein dumman hund! "Ha, ha, ha," flenti Hubert fjáltraður inni í myrkrinum í lítla húsinum. Tað fór at gerast trupult at greiða frá, at hann var ein hundur.
Hevur tú hoyrt hesa: Tvær tomatir gingu yvir um ein veg. Tá ið báðar komu yvirum, segði onnur tomatin við hina: Hey, nú oyðilegði tú alla skemtisøguna! Tú kanst lesa fleiri skemtisøgur í bókini.
Søgan er skrivað á ein serligan hátt, sum ger, at sjálvt málið fær teg at sissast, og tað at leggja áherðslu á orð og setningar, meðan lisið verður, ger, at virknaðurin verður størri.
Jólabókin í ár er full av søgum og ítrivi, og sum altíð hava nógvir ymiskir myndprýðarar sett sín dám á bókina. Adventssøguna eigur Ingun Christensen. Hon eitur Sparijól og er um hesa ørskuna,sum vit verða fangað í um jóltíðir, at vit noyðast at keypa og keypa og keypa.Ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin líka fram til jólaaftan.
Í alt eru 13 tilburðir í bókini. Alt frá bjarging av ungfólki í bili á havsins botni til bragd framt í tyrlu undir bjarging. Søgurnar eru úr Vágum, Suðuroynni, Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni
Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum. Mállæran í Eg skrivi 8 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum.
60 skaldaspírar royna sítt flog í hesari bókini. Sendingin Góðan morgun Føroyar dró hesar skaldaspírarnar fram í ljós veturin 2014. Hetta var livandi og áhugaverdur bókmentatáttur.Ein bundin uppgáva varð sett, til dømis:Tú stendur á eini tokstøð tokstøð saman við onkrum, tú kennir. Knappliga sært tú í vindeyganum í einum toki, at … Ella: Hurðin smelti harðliga í aftan fyri hana … Ger so væl! Legg høvdið í blot og bregda eina søgu saman burtur úr hesari byrjanini.
Røntgenmyndir, karbontíðarfesting og DNA-bygnaðir vísa saman við nýggjum keldugranskingum ein heilt annan mann enn tann, Snorri skrivaði um.Hetta er frásøgnin um ein annan Ólav enn hann, vit kenna. Ein maður, sum kemur undan kavi sum leiguhermaður í Onglandi fyrst í 1000-árunum.Samstundis snýr henda bókin seg um trúgv og vón í miðøldini, um eina máttuga kirkju, umbýtt lík og um loynidómar, sum hava ligið goymdir hjá dómkapitlinum í Niðarósa.
– Eg var maður í úlvshami, vargur, útlagin. Mátturin í mær var mátturin í úlvinum … . Orðið vargur merkir bæði úlvur og gudloysingur. Henda bókin er ein einsýnd frásøgn um eina ferð inn í ein heim, sum eingin hevur tamarhald á, ein heim, ið summi kenna, og mong óttast, men øll áttu at roynt at skilt betur.Ver úlvur sigur ærliga, atfinningarsamt og opinskárað frá, hvussu ein maður fellur og síðan reisist aftur, ein maður, ið einaferð fekk staðfest sjúkuna maniodepressión.
Og ikki enn fær mamma sagt hesi orð, uttan at røddin fær eitt annað tónalag. Downs syndrom. Og skúlin fyri børn við stórum tørvi, fyri mongolbørn, sjálvt um tey verða søgd at vera børn, ið bera stór brek, bæði kropslig og sálarlig. Ongantíð skilti eg hetta rættiliga. Tað tóktist, sum at foreldrini vistu ikki, hvussu mikið slík brek fevna um.
SVØLTUR er úr enda í annan ein tennandi ferð inn í tilveruna hjá einum menniskja, sum gongur og melur í einum stórbýi á markinum at verða týnt av kørgum korum og tí eirindaleysa dystinum at fáa fótafestið aftur í lívinum.
Sveimarin sjálvur, Rolandsen fjarritari, er ein góðslig kempa, sum við síni sjarmu hevur tak á konufólki.Vit koma inn í umhvørvi hansara og fylgja honum í hansara stórlætisdreymum, einum djúpum, moralskum falli, men eisini heilt upp aftur á eydnutindarnar.
Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heila-spunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur.
Oddfríður tekur soleiðis til í formælinum: Vit eru eitt tigandi fólk, føroyingar. Tøgnin hevur nógv at siga. Og tá ið vit tosa, eru vit fámælt. Mær dámar ótrúliga væl tað stutta og sigandi orðið. Tað rámandi og tætta orðið. Slitið í orðunum. Gloppið í sekundunum millum orðini. Tað beinrakna orðið, ið eyðkennir okkum føroyingar.