Sankta Ólavs kirkjulið varð stovnað í 1915. Í november 2015 hevði tað sostatt verið eitt føroyskt kirkjulið á fólkakirkjugrund í Keypmannahavn í 100 ár. Hetta minnisritið varð útgivið til tess at fagna kirkjuliðnum í samband við 100 ára hátíðardagin. Í bókini verður í breiðum strokum sagt frá søguni hjá kirkjuliðnum og eisini verða prestar og leikfólk, ið hava havt stóran týdning fyri kirkjuliðið leysliga lýst.
Greitt verður frá, at royndir vórðu gjørdar at finna eina semju um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og at eitt einmælt Løgting í 1922 var komið ásamt um eitt uppskot, sum skuldi slóða fyri eini føroyskari semju um hendan spurningin, men hetta miseydnaðist. Í 1923 vóru sjálvstýrisfólk farin at ivast í, um sjálvstýrisspurningurin kundi loysast innanfyri karmarnar á donsku grundlógini.
Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jónsdóttir er í stórum systkinaflokki. Pápan hava tey mist á sjónum. Ímóti allari siðvenju hevur mamman sett sær fyri,at øll børnini skulu hava útbúgving - gentur sum dreingir.Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hesum máli. Søgan er um tey kor, sum konufólk lótu sær lynda, tað hjálpsemið, sum gjørdi, at tær hóraðu undan, og tað ófatiliga seiggið, ið var í teimum.
Beckomberga snýr seg um Jackie, sum eigur pápa, ið eitur Jim. Mynd hennara av pápanum støkkur sundur, tess eldri hon verður, og tess meira niðurundirkomin hann verður. Hann er sinnisliga ikki í javnvág,og fleiri long skifti er hann innlagdur á sinnissjúkrahúsinum Beckomberga. Vit fáa barndómin, sterka kærleikan, ta skeivu tilveruna og jagstranina eftir eydnu og lívi. Hetta er ein vøkur og hugtakandi skaldsøga, sum setir menniskjuna undir sjóneykuna.
Rokning 3a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 3. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Tá ið Betta skal í song, leikar hon í! Hóast hon er troytt og er næstan um at sovna, so má hon líka spæla á floytuna, mála eina blómu og koyra við bilinum og tokinum.Minnist tú Bettu?Gorilluna,ið fekk skalið av bananini og tí varð frá sær sjálvari. Tíbetur kom harra Tukanur henni til hjálpar, flusti bannina og fekk Bettu at sissast.
Eftir tær óhugnaligu hendingarnar í Helsinki, sum vit lósu um í So reyð sum blóð, er Lumikki farin til Prag at halda frí og sleppa burtur úr øllum rokinum í Helsinki. Men hon fær ikki leingi frið. Stutt eftir hittir hon gentu, sum sigur seg vera hálvsystir hennara, og hóast Lumikki ikki fær seg at trúgva hesum, so verður hon drigin at hesari gentuni og samstundis drigin upp í álvarsliga brotsgerð, har trúgv og pengar stýra einum óhugnaligum spæli.
Hetta er sangleikur í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Umframt í Havn (í 1928) hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangelan d (1898-1969). Hetta var í eini tíð, har ið parlag millum fólk av sama kyni var revsivert.Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.
Pál hjálpir pápa sínum. Teir skulu seta eina song saman. Eina heilt nýggja song. Men okkurt er galið.
Pápi Pál finnur eina purru. Hjálp konuni, Pál, sigur hann. So hjálpti eg hundinum. Hann er eisini skaddur.
Mangt løgið er, sum vit ikki duga at greiða frá. Vit hoyra um fólk, sum siga seg tosa við andar hjá deyðum fólkum. Onnur hava fingið ymiskt týdningarmikið at vita í dreymi. Bókin Hinumegin, leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar loynidómar . Vit hoyra um eina kvinnu, sum segði seg minnast ræðuleikar fyri 800 árum síðan. Tónaskøld, sum halda fram at gera tónleik, eftir at tey eru deyð, og nógv, nógv annað. Tú verður kløkkur og undrast!
Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil. Nær endar hann? So steðgar bilurin...