, , , , , , ,

Heimurin hjá Rosu 3 - Rosa er ill

Rosa lúrir eftir Doru. Dora veit ikki, at Rosa lúrir. Rosa er still sum ein mús. Hon fer nærri og nærri...

Price range: 120,00 kr. through 19.200,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, ,

Antisemitisma

Í seinna heimsbardaga - árini 1939-45 - gjørdi Týsklands valdsharri av at myrða allar heimsins jødar. Tað eydnaðist Hitleri og hansara skutilsveinum - nazistunum - at taka um seks milliónir av jødum av døgum. Hesi fólk vórðu gassað til deyðis, skotin ,svøltað í hel, fryst í hel, sligin, hongd, kvald, eitrað, pínd, brend og avlívað á annan hátt.

Price range: 350,00 kr. through 3.150,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, , , ,

Góðkrút

Góðkrút varpar ljós á týdningin at virða náttúr-una og fagnar øllum vøkstri, eisini ókrútinum. Bókin eggjar til upplivingar í náttúruni og køkinum fyri alla familjuna og gevur vitan um plantur, hvussu vit handfara tær, og hvussu tær kunnu nýtast til matna. Far við bókini á ferð í góðkrútsríkið. Lær um plant-urnar, fá vitan um, hvussu tær eru gagn-nýtt-ar í Føroyum og úti í stóru verð, og royn tær mongu uppskriftirnar.

Price range: 448,00 kr. through 4.928,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, ,

Úr loggbókunum

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist.

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kongsbókin og lógir Føroyinga í hámiøld

Kongsbókin er ein lógbók, sum er samansett av tveimum skinnhandritum, har tað minna handritið inniheldur Seyðabrævið og tað størra ta norsku Landslógina, sum varð lógtikin á Gulatingi í 1274. Kongsbókin hoyrdi til løgmansembætið í Føroyum, og í henni fáa vit upplýsingar um rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld. Lóggávan í bókini hevur evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga

580,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mín Jólabók 2023 (21)

Ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók viå fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.

250,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Kristian Djurhuus 1940 - 1984 (12)

Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian niður sína hendingaríku lívssøgu. Tilsamans skrivaði hann góðar 2.000 síður, sum í sær sjálvum vísir hansara nærlagda lyndi, og hann hegnisliga m.a. bretsku hersetingina, fólkaatkvøðuna í 1946, Heimastýrislógina, Sjóvinnubankan, verkføll og klaksvíksstríðið.

275,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Petur Mohr Dam (16)

Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð. Hann kom á Føroya Løgting 1928 og stríddist sín tretivuárabardaga líka til 1958.

350,00 kr.
Legg í kurv