Neyðardýrið (32)

298,00 kr.

Rithøvundur: Matias Faldbakken

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Neyðardýrið (32)

Frágreiðing:

Evni:

Týðari: Jákup í Skemmuni

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2025

Síður: 188

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10377

Vørulýsing

Einaferð, ikki so langt síðan, kom eitt barn, Neyðardýrið, krúpandi út úr skóginum. Ungin kreyp uppum veitarbakkan og fór miðleysur tøtlandi eftir eyrvegnum. Tað var ein syrgilig sjón.
Hesin ungin var órøktur og ljótur. Hárið lá í sperðlum. Pannan var rukkut. Eitt brá av ræðslu stakk fram, yvir teimum skorpnaðu nasagluggunum mólu eyguni í honum. Varrarnar vóru stívar og bláar,hálsurin alt ov klænur. Á yvirpartinum hekk ein langur klútur ella lurvutur vestur, og niðanfyristakraðu tvey klantraslig bein við knæliðum, ið vóru breiðari enn bæði leggir og lør. Ungin varberføttur. Teir alt ov stóru føturnir líktust vátum rakhosum. Knúgvarnir á aðrari hondini bóru av ogvið jørðina. Og inn ímóti rivjabeinunum lá ein slitin skjátta kleimd inn ímóti tí neyðarsliga, kropnkroppinum, kanska ein brævbjálvi, sum eitt dýr, ið kom út úr skóginum við einum boðum.
Einsamalli drongurin, Oskar, sum er tikin til fosturs á garðinum hjá Eyð og Ólavi fyri kost og vistivarnast eitt barn í skóginum, eitt ótamt barn, sum hann tekur við sær til hús. Tað hevur løgiðvakstrarlag og at kalla einki mál. Men við umsorgan fer tað at mennast.
NEYÐARDÝRIÐ er ein sjaldsom, undirhaldandi og hugfangandi skaldsøga um at verða útstoyttur ogeinsamallur, um girnd og umsorgan. Undir øllum liggur spurningurin: Hvat er eitt trauma?