, , , , ,

Mia skúlagenta í Havn

Ein søga um gomlu Kordeliu, sum býr á Høgareyni. Um Miu og mammu hennara, Ellu, ið búgva hinumegin Vaglið. Um vinskap millum gomul og ung í miðbýnum í Havn.

30,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Marjun flytir í Paradísið

Marjun er nú stór, tíggju ár og hon roynir at gevast við at finna uppá óveruliga søgur. Hon skal flyta við pápanum, Palla og Lilju í eina ókenda, fremmanda bygd langt burturi. Hvussu fer alt at vera? Og hvussu man fara at gangast við ongum Svenn Óla – og við ongari mammu? Tí hon liggur á sjúkrahúsinum og kann ikki flyta við.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Marjun eldur í

Marjun vaknar um náttina av at róp hoyrast uttanfyri. Eldur er í onkustaðni. Hon skundar sær at lata seg í og fer útum. Har er ein rúgva av fólk uttanfyri. Marjun er bangin, hon minnist svávuldósina, sum datt úr lummanum hjá beiggjanum Palla. Marjun noyðiast at bjarga Palla, so hann ikki endar í fongsli.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Marjun hin nítjanda desember

Tað kavar, tá ið Marjun koyrir rullugardinurnar upp hin nítjanda desember í 1944. Tað hendir so nógv henda dagin. Reyður blettur er í kavanum uttan fyri, er tað blóð? Inni í Marjuni vaksa vandarnir skjótt. Hon kemur ofta í trupulleikar, tí hon ”finnur uppá”. Men tað besta sum hendir hin nítjanda desember er, at hon hittir Svenn Óla.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Marjun ein dagin í mai

Marjun er mangan í trongum skóm. Brádliga fær hon eitt hugskot, og áðrenn hon veit av, hevur hon gjørt okkurt skilagott ella okkurt ógvuliga býtt. Marjun er á sjúkrahúsinum og vitjan vinmannin Svenn Óla, tí hann hevur tikið blindgørnini og kanska grætur og leingist eftir henni. Tí hevur hon sníkt seg inn á sjúkrahúsið við mjólkarbilinum, sum fer inn í býin.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Maria og rossið

Framhald av bókini Hin reyða ryssan, um Mariu og dreymin, ið gerst veruleiki.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Mannjagstran

Bókin er um tað slagið av mannjagstran, sum var verst eftir trúbótina. Tað vóru serliga konufólk, sum vórðu píndar og brendar á báli fyri at hava givið seg í hóslag við illamann. Mannjastranin, sum hendan bókin er um, var ringast eftir trúbótina, tá ið túsundtals menniskju - serliga kvinnur - vórðu píndar og brendar á báli.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Magnus og Jórun fara at ferðast

Magnus og Jórun hava fingið innbjóðing at koma niður at halda summarfrí. Tey fara til Danmarkar og búgva á einum bóndagarði, har tvey børn á teirra aldri búgva . Hetta verður ein spennandi ferð.

15,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Lítla Gunvør og kálvurin

Søgusavn við fimm upprunasøgum og tvey og tjúgu týddum søgum. Upprunasøgurnar eru - Haruungin, Ein jólamynd, Lítla Gunnvør og kálvurin, Kettan og músin og Gloym meg ei.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , ,

Lisa í leikalandi

Í stuttum er søgan um gentuna, Lisu, sum ein dagin dettur niður í eina kaninholu og har hittir løgnar verur og dýr, sum tosa.

40,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Kongsfjall Norðbúgva

Ovi bjargar systur Pavia, ið dettur á sjógv, men Pavia vil ikki hjálpa Ova at sleppa frá húsum, so teir í felag kunnu finna dýrgripin. Sostatt gerast Ovi og Pavia óvinir. Aftast eru nakrir spurningar, sum skulu tryggja at barnið hevur skilt tekstin.

6,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Joakim

Beint sum hann vaknaði, visti Joakim, at alt var ikki, sum tað átti. Mamman gekk og sníkti seg úti á gongini. Kamarshurðin var afturlatin, pápin farin á sjúkrahús við ringum nervum. Hetta var ein dagin í september.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Ilt er at vita

Mia er fimtan ár og mótmælir reglunum heima. Ein dagin hittir hon Jens á motorsúkklu, og tá hendir so nógv. Mia er stuttlig og frek, men hon er eisini fitt og løtt at særa, og hon vil fegin gera okkurt gott.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Í stríputari troyggju

Tey vaksnu loyva sær at siga alt, tey vilja. Men ein dagin fær Mia at vita nakað um mammuna, sum hon ikki kannn tosa við nakran um. Men so fer hon at tosa við læraran, Mikkjal, ið Mia torir at líta á.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Í bardaga við ísin

Anda býr í Grønlandi og dámar at veiða. Ein dagin noyðist pápin at fara til Nuuk á sjúkrahús at fáa heilsubót fyri lungnasjúku. Anda og beiggin Golos sleppa til útróðrar við gamla Otto. Seinni fara teir at veiða á ísinum og koma rættiliga illa fyri.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Í abbasa húsi

Tóta er átta ár og býr á ovuru hæddini í einum húsum, sum standa mitt í býnum. Í kjallaranum búgva abbin og omman. Tóta er skilagóð og viðhvørt eitt sindur frek. Besta vinkonan er Ása og hon er fødd í Korea.

40,00 kr.
Vís meira