Skuggar
Sára er í truplari broytingartíð. Tað verður ikki betur av at ráðini heima ikki eru ov góð og at foreldrini skeldast og ákæra hvørt annað fyri ótrúskap. Í skúlanum verður hon happað og roynir at sleppa undan við at gera seg ósjónliga. Men Sára fær stuðul frá vinkonuni og ommuni og fær dirvi til at sleppa víðari í lívinum.
Silvurknívurin, heft
Ótrúligt er tað; men kortini eru allar hendingarnar ið skrivaðar eru í hesi bók, farnar fram í okkara tíð. Hvør hevur ikki hoyrt um Hitler, einaræðisharra Týsklands í 1933-1945, og um hansara nazistar. Teir blakaðu heimin út í ræðuligasta og blóðugasta bardaga, mannaættin hevur sæð, og teir fóru fram við ókendari grimd móti mótstøðumonnum. Søgan er sonn.
Silas og Bein-Godik
Bartrogið var so hugtikið av øksarskaftinum og sá ikki, at sonurin stóð og royndi at fáa grímuna. Tað traðkaði á tærnar á honum og trokaði seg yvir at bóndanum.
Silas og svarta ryssan
Um drongin Silas, sum hittir hestasølumannin Bartolin, sum lovar honum ta villu ryssuna, um tað eydnast Silasi at temja hana. Vit hitta drongin Silas á fyrsta sinni, tá ið hann fer rekandi við streyminum oman eftir einari á hann fer í land og hittir hestasølumannin Bartolin, sum lovar Silasi, at eydnast tað honum at fáa tamarhald á og ríða á teirri villu ryssuni, skal hann sleppa at eiga hana.
Sig mær eina søgu II, innb.
Savn við serliga týddum søgum Í savninum eru tvær upprunasøgur, onnur eftir Oddmar á Steig og hin eftir Jens Paula Heinesen
Sjúrður Ormsbani
m Sjúrð, sum vá á orminum á Glitraheiði. Sjúrður ræðist ormin, tann í søgnini og tann í veruleikanum. Nógv broytist tann dagin Sjúrður hittir trældrongin Reim, men fram um alt er tað sterka trælkonan Edda sum gevur honum dirvi og styrki.
Sáttmálin mikli 1, heft
Oddmar á Steig hevur savnað tilfar eftir læraran Poul Olsen, sum var føddur á Eiði í 1896 og doyði í 1933. Í savninum eru týdd ævintýr eftir H. C. Andersen og smáar søgur og sangir.
Sanna og Marjun, heft
Um Marjun, sum kemur til Havnar at vitja og halda ólavssøku og Jákup, sum byggir smáttu úti á bønum. Marjun, sum er systkinabarn Sannu, kemur at vitja í Havn og at halda ólavsøku. Beiggi Sannu, Jákup, er skóti og vit hoyra um, tá ið hann og vinmenninir byggja smáttu úti á bønum. Onnur bókin um Sannu.
Sanna í summarfrí
Sanna og Jákup, sum búgva í Havn, fara út á bygd at ferðast í summarfrítíðini. Har hoyggja tey, dyrgja, eru í grind og mangt annað. Ein bók, ið er skjót at lesa!
Rossini á Skoradali
Søgan um greðingin Reyða, sum livir sítt fría lív á Skoradali, men sum ein dagin verður tikin og fluttur til kolanám í Onglandi, har hann livir undir jørð. Søgan kom fyrstu ferð á prent í Følv í 1972 og síðan prentað í søgusavninum Brøgd og bjørg í 1978. Bókin fekk Norðurlendsku barnbókavirðislønina í 1991 og kom út á íslendskum, týskum og donskum.
Robin Hood, heft
Robin Hood er sera spennandi bók, sum er týdd til mong, mong mál. Og nógv eru tey børn - gentur og dreingir - sum hava lisið og enn lesa hesa bók.
Reyða
Triðja bókin í røðini um Mariu og rossið. Greiða fæst á spurningunum, ið vóru í hinum báðum bókunum.
Regin og Sára, heft
Regin er 14 ár. Hann er raskur og dámar væl ítrótt. Alt kundi verið so gott , men tað er tað nú ikki. Pápin er sendur til Danmarkar at sita, tí hann hevur stolið, og hetta voldir Regini trupulleikar. Tíbetur hittir hann Sáru. Eisini hon hevur sítt at dragast við, tí hon er blind.Sára er bæði djørv og glað. Regin og Sára verða góð, og saman eru tey sterk.Regin egnir hvønn dag og í egningarskúrinum, og í egningarskúrinum eigur hann eitt sindru óvanligar, men sera trúgvar vinir.
Ránið
Inequ er ikki smágenta longur og skjótt fór Poq at koma í langhúsini eftir henni og so skuldu tey liva saman sum fedrar teirra høvdu livað í fleiri túsund ár undan teimum í landi menniskjanna.Men so kemur fremmanda skipið og skræðir hana og Poq við sær til eitt fremmant land langt burturi.Hinumegin hav bíðar Kristina eftir, at pápin skal koma aftur og ein dagin stevnir skútan inn á vágna, og tveir heimar møtast á fyrsta sinni.
Odysseus
Søgan um Odysseus er úr seinna partinum av homerisku kvæðunum. Søgan um Odysseus er um heimferð hansara aftur til Grikkalands um tað tá á døgum ókenda Miðjarðarhavið, soleiðis sum teir gomlu grikkarnir trúðu, har mundi vera at ferðast.
Náttarfuglarnir
Pápi Joakim hevur sálarligar trupulleikar, og sjálvur er Joakim ofta bangin. Støðan hjá pápanum gerst so álvarsom, at hann verður innlagdur. Mamman, sum í fleiri ár hevur strevast fyri familjuna, gevst á hondum og vil skiljast. Joakim heldur, at tey vaksnu hava slept honum upp á fjall, og at tey ikki hugsa um hann















