Hin reyða ryssan
Bókin er um børn í Føroyum og ross.
Heðin, Marjun og tjøldrini
Søgan er skrivað sum ein dagbók hjá einum tólv ára gomlum drongi. Hann eygleiðir eitt tjaldurspar og skrivar upp alt tað henn leggur til merkis.
GR 9-60
Hvør hevur ábyrgdina av motorbátinum GR 9-60? Er tað Anda, sum eigur bátin, ella er tað Markus, sum hevur riggað hann til? Hetta er tað, ið menninir báðir spyrja hvør annan, tá ið motorurin steðgar úti á havi. Spurningar eru aftast í bókini.
Gullregn
Tá ið blikkeskjan fyrstu ferð verður grivin niður, er hon tóm. Aðru ferð eru 800.000,- kr. í. Fýra børn finna blikkeskjuna. Tey gera av at krógva hana, til tey frætta, hvussu nógv verður latið í finnngarløn. Men tað er torført at semjast um eina ætlan og at goyma pengarnar. Heldur ikki er tað lætt at halda seg burtur frá einum manni, sum, ið hvussu er, ikki er løgreglumaður....
Fangi norðbúgvanna
Fólk í hópatali drukna í óveðrinum. Teirra millum mamma Lothar. Ein munkur úr Skt. Jósefs kleystrinum bjargar honum og Lothar flytir inn á kleystri. Seinni verður Lothar tikin av víkingum, og vit fylgja ferð hansara til Danmarkar.
Enn meiri um Jón Odd
Knappliga ein dagin flytir Karmal abbin inn til teirra, og við sær hevur hann eitt áhugavert kuffert. Karmal abbi hevði siglt á øllum heimsins høvum, og altíð hevði veðrið verið ringt. Við hvørt fór abbin túr við tvíburunum.
Eitt skip kom á Bjørgvin í 1349
Bókin er um Svartadeyða, og vit hoyra um Bjarta, ein 14 ára gamlan drong, sum upplivir at sorgarleikurin rakar Bjørgvin - Bergen - og um hvussu hann flýggjar niðan í fjøllini, har hann hittir Jostadalsrýpuna.
Vinur ella fíggindi? heft
2. heimsbardagi er. Tveir dreingir flyta úr London og koma at búgva á einum bóndagarði, langt burtur frá fólki og langt burtur frá kríggi, flogførum og bumbum. Men eitt kvøldið, meðan teir eru einsamallir við hús, dettur eitt týskt flogfar niður á heiðini aftan fyri garðin.
Børnini í trænum, heft
Lena, Scott og Stoff hava bygt sær hús uppi í einum træi. Knappliga kemur grimdarregn og áarføri, og vatnið stendur langt upp á træið. Tey trý royna at bjarga sær tvørtur um ánna eftir einum træi, men fara rekandi oman eftir ánni ímóti einum fossi.
Glasbúrið, heft
Nikolaj Nuffield er eitt undur barn, sum ferðast við foreldrunum víða um heim at spæla klaver við gitnum orkestrum og tónleikastjórum. Men tá foreldrini verða minslað í ferðsluvanlukka verður Nikolaj sendur út á bygd til ein skyldmann at vera.
Brúgvin
Jess er 10 ára gamal og trívist ikki heima. Men so flytir Leslie inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentir. Hon lærir hann at liva sítt egna lív.
Barn undir krígnum, innb.
Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.
Trøll: Silvurið
Maðurin, sum leit á Kalifornia
Í teknirøðini er inngangur um John Colter og søguna á vesturlandinum í USA um 1804-05.















