Til lívið
Tá ið russar koma og fría týsku nasiarbeiðsleguna Grafenort, vendir 19 ára gamla Riva sær til vinkonurnar og sigur: Vit eru frælsar! Hon hevur onga hóming av, hvussu long og illgongd leiðin er til tað veruliga frælsi. Riva fer til Lodz í Póllandi, har hon búði, tí hon vónar at finna skyldfólk ella vinir á lívi. Seks ár fyri rímdu elsti beiggin og tvær systrar til Russlands undan nasistunum. Hon finnir ongi skyldfólk, men hon møtir manninum, hon elskar, og fáar vikur seinni gifta tey seg.
Kring jørðina í 80 dagar
Philias Fogg veddar í Reformklubbanum, at tað letur seg gera at ferðast kring jørðina í 80 dagar.
Fjaldi dýrgripurin
Árni fer úr Reykjavík út í sveytina at arbeiða hjá einum bónda. Hetta lívið er so nógv øðrvísi enn býarlívið, og Árni fær nógvar vinir.
Mangt er millum himmal og jørð
Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýr tí, ið ikki kann prógvast. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundunum báðum eru tær sannar, soleiðis sum teir her siga frá. Í bókini eru 10 søgur og formæli um pátrúgv eftir Annu M. Brimnes.
Magnus Heinason 5
Magnus Heinason giftist í 1582. Eitt skifti er hann ikki á sjónum. Men fíggindar hansara leggja ilskuráð ímóti honum, og hann fer til sjós aftur. Men óeydnisár bíða eftir honum.
Gagnleikur
Um skótar og skótalív. 13 ára gamli Fróði verður patruljuførari hjá Falkinum. Hann er bæði spentur og bangin um, hvussu tað fer at gangast, men hann fær hjálp frá patrúljuhjálparanum Mariu at menna patrúljuna so væl, at tey sleppa við á LPK.
Búrið
Vit fylgja einari 16 ára gamlari jødiskari gentu, Rivu, frá tí at týskararnir stongdu jødarnar inni í ghettoum í pólsku býunum, og til allir jødar verða fluttir í týningarlegur í Eysturproysalandi. Frásøgnin lýsir ikki bara nágreiniliga ræðuleikarnar í nasistisku týningarlegunum, men hon sigur okkum eisini frá menniskjum, ið halda saman og eiga ófatiliga styrki, kærleika og vilja at liva.
Momo
Eitt ófrættakent lið av gráum harrum fær støðugt fleiri menniskju at spara tíð, so teir kunnu kradda hana frá teimum og vinna sær vald á henni. Tá ið heimurin med alla tykist hoyra tíðarkraddarunum til, leggur Meistarin Hóri uppí. Til tess krevst honum hjálp frá Momo, eini lítlari gentu við krunkasvørtum, frísutum hári.Tað er um sjálva 'tíðarinnar gátu', at henda bók snýr seg.
Klintrimús, bókin
Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.
Magnus Heinason 4
Magnus Heinason er á veg norðureftir við skipum sínum. Hann hevur lovað danska konginum at fara til Grønlands. Men ráðaríkir fíggindaar royna at forða fyri hesum. Teir fíra ikki fyri nøkrum – heldur ikki fyri at fremja dráp.
Magnus Heinason 3
Við stásuliga skipi sínum, Skúgvanum, tekur kaparaskiparin, Magnus Heinason, eitt skip fyri og annað eftir. Hann verður víðagitin á teimum stóru høvunum.
Tex
Hann eitur Tex og er 15 ára gamal. Hann er lættur í sinni, gáloysin og líkatil. Honum dámar alt og øll, helst pápan, sum altíð ferðast, rossið Negrito og systir Johnny, Jamie. Hann upplivir nakrar ógvusligar hendingar, sum broyta hann. Hann byrjar at skilja onnur. Bókin er um fólk, sum liva líviå, og um sterkar kenslur.
Magnus Heinason 2
Magnus Heinason siglir við van Costen, skipara, men tað eydnast tí grumma sjórænaranum, Bredo Alvares, at taka Magnus til fanga og gera hann til róðrartræl. Nú eru ringar vónir hjá Magnusi og vininum, Jaap. Men umsíðir hendir nakað
Shabanu
Shabanu er yngra dóttirin hjá flakkatjóðahúski í Cholistanoyðimørkini í Pakistan. Eldra systirin, Phulan, er trúlovað og fyrireikar seg til nýggju tilveru sína sum kona Hamirs. Foreldrini hava eisini fyrireikað giftu Shabanus við yngra beiggja Hamirs , tá ið hon um fá ár er giftingarfør.
Hundurin, sum rann ímóti
Í einum lítlum býi í Norrlandi býr 11 ára gamli Jóal saman við pápa sínum, sum er skóghøggari. Mamman er farin frá teimum, og einsamalli drongurin roynir alla tíðina at fáa tættari samband við pápan, men tað eydnast ikki altíð líka væl.
Jóra og eg
Ein genta, sum er farin at arbeiða á bókasavni fer at leita í gomlum handritum og finnur eitt gamalt handrit um gentu á Suðurlandinum, sum í 1104 upplivdi Heklu goysa. Í søgunum gers nútíðargentan var við at kenslur eru tær somu, hóast tíðirnar eru broyttar: Jóra er lovað einkjumanni við børnum, men hon gerst góð við ungan drong.















