Hin útvaldi
Tá ið Kol er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.
S P ella K
Tá ið Nora byrjar í sætta flokki, er onki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Karin vil vera saman við Noru. Men vil Nora vera saman vil Karini?
Vit báðir Vitri II
Rúseitur og skøkjulevnaður eru partur av gerandisdegnum hjá Lenu. Men Virgar og Vitri báðir gera av at hjálpa henni - og teir bakka ikki, tá ið teir eru farnir at stríðast fyri tí, teir halda verða rætt.
Markus og Diana
Tað er ikki óvist, at Markus Simonsen, 13 ár er heimsins ræddasti drongur. Lítli Maðkurin, við jørpun hári og tjúkkum brillugløsum, ræðist næstan alt, sum til ber at ræðast í hesi verð. Hann ræðist hæddir, myrkrið, súkklur og gentur. Allarmest ræðist hann at vera Markus Simonsen. Men tá ið hann skrivar til øll tey kendu og biðjur um undirskrift teirra, er hann ikki Markus longur.Tá er hann ein dopingdømd ítróttarstjørna,ið iðrar seg um sínar gerðir,ella ein gomul,blind omma.
Advent
Advent er søgan um seyðamannin, Benadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir á rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgissveinar, hundin, Leo, og geldseyðin, Eitil, ið er slóðarin góður.Á 27.undi ferðini kemur kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív. Meistarliga greiðir høvundin frá, hvat ið rørist í huga Benadikts uttan at fella í fátt berjist fyri lívinum í stormi og dungaroki.
Meistarin og teir fýra skrivararnir
Hvør er Jesus? Hvør er boðskapurin hansara? At fáa hesar spurningar svaraðar, mást tú fáa greiði á, hvat teir fýra evangelistarnir í Nýggja Testamenti siga, og av og á sammeta teir. Tað er júst tað, sum rómverski drongurin, Titus, fær høvi at gera. Fyrst hittir hann Markus í Róm og fær sum uppgávu at flyta eitt bræv frá honum til Matteus í Jerúsalem.
Agnas Silja
Løgna kenslan av at onkur hugdi at sær, nær kendi hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.
Frumsagnir (16)
Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum. Um gudarnar í Ásgarði, um Romulus og Remus, um riddararnar við runda borðið, um fílagudin, um kattagudinnuna, um ormin í fjøðurhami, um dreymatíðina og um mangt, mangt annað. Litmynirnar gera sgnirnar spennandi og øðrvísi. hvør er hvør í gudalærunu stendur aftast í bókini.
Á motorsúkklu á nátt
Foreldur høvuðsdrongin eru rýmd og hava latið hann vera eftir hjá einum gubba, sum er ólukkudýr og bara drekkur. Drongurin veit at hann eigur ein stórabeiggja sum hvarv á motorsúkklu og ein dagin kemur beiggin aftur á eini stórari Harley Davidson.
Gorpur Krunkar
in spennandi, litrík, gátufull og stuttlig krimisøga. Bókin snýr seg um eina gentu, sum er ljós og vøkur, eina sexuta rokkstjørnu, ein svartklædddan mann, sum ikki fírir fyri at drepa, ein vinmann sum doyði - ella varð dripin.
Ljósini sloknað
Ein frágreiðing um at vera ung undir krígnum. Søgan sigur serliga frá lívinum hjá trimum vinkonum, og lagnum teirra, sum var sera ymisk. Í bókini eru 16 bls. við forvitnisligum myndum.
Útiløgukattar
Vikurnar gingu. Anna gekk í skúla og gjørdi skúlaarbeiði sum vant, men hon var ikki hin sama. Dagbókina nam hon ikki. Um kvøldið sat hon framman fyri útvarpstólinum og lurtaði eftir Radið Luxemburg. Anna hevði ongantíð áður hugsað um, at allir sangirnir vóru um kærleika ella mistan kærleika. Hon sat samankropin í stólinum við tárunum niður eftir kjálkunum og lurtaði eftir tí bleytu røddini í Cliff Richard: "Please give me one more chance, this is my first romance..."
Hjartans frygd
í svørtu lummabókini hevur hann fyrst skrivað: Eg havi verið í tær- Nú ert tú í mær. Aftaná hevur hann skrivað: Eg havi verið í tær tvær ferðir. Hjartans Frygd sigur okkum av nýggjum gomlu søguna um hin fyrsta kærleikan. Tú verður hugtikin og lurtar, sum var tað fyrstu ferð - og tú smílist og kennir alt aftur, bæði ovfarakæti og svartasta vónloysi.















