Mín Jólabók 2005
Adventssøgunar hevur Ella Smith Clementsen skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu reinert, Rakel Helmsdal, Sólrún Michelsen og Oddvør Johansen. Nógv stuttligt ítriv er í bókini.
Tjóvanna harri
Tú ert altso tjóvanna harri, segði hin fremmandi lágmæltur. Ver bara í grímuni, um tú ikki vilt vísa andlitið. Eg síggi kortini, at tú ert ógvuliga ungur.
Hevnd
Gáva ormsins
Ein fremmandur vil hava samband við Dinu, ið fær mammu Dinu at flýggja yvir háls og herðar við allari familjuni, og Dina skilir ikki, hví so er. Ber til at fjala seg fyri einum Svartmeistara? Gáva ormsins er triðja í røðini av Skammarabókum.
Eldfuglurin
Mathias hevur Símun, sum hjálpir honum at klára seg ígjøgnum ta hørðu tilveruna hjá hansakeypmonnunum í Bergen. Tá er ringt at skilja, at besti vinurin knappliga gerst góður við ein annan, og burtur úr hesum stendst eisini ein sorgarleikur.
Tann tvíeggjaði knívurin
Tólv ára gamli Will hevur dripið ein mann. Púra einsamallur í verðini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápin hvarv. Hann fer ígjøgnum eitt vindeyga og kemur í ein annan heim. Her hittir hann Lyru, og saman fara tey upp í tornið Torre degli Angeli, har ein gripur liggur fjaldur, sum fólk vilja drepa fyri at fáa hendur á. Hesin lutur, skal vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá øllum mannabørnum.
Heimurin hjá Suffíu
Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í postkassanum. Á lítla lepanum í brævbjálvanum stendur: Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin? Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu.
Nornadómur
Harry Potter 5
Fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.
Søgan hjá Eriku
Vøkur og áhugaverd myndabók til ung og vaksin um eitt hitt daprasta tíðarskeiðið í søguni. Søgan, sum er sonn, verður søgd av gott 50 ára gamlari konu, sum sigur frá, hvussu hon ímyndar sær, at foreldur síni bjargaðu sær undan at verða týnd saman við milliónum av jødum undir seinna heimsbardaga.
Tú & tú & tú
Anon, Zarah og Nils. Teirra lív flættast inn í hvørt annað á spennandi og serligan hátt. Anon, 12 ár, er nakað serligur. Í skúlanum verður hann onkuntíð happaður. Anon í bláum stivlum. Zarah, 17 ár, vøkur sum ein prinsessa, gløgg og órødd. Ætlar í grundini at gera tað liðugt við sjeikin Viktor, men vit og kensla eru – sum so mangan – ikki samd. Nils, 20 ár, lesur støddfrøði og hugsar nógv um lívið og deyðan. Vit liva nú. So eru vit deyð. Einki er at vera bangin fyri.
Opið hav
Fjórða og seinasta bókin í røðini um jødagenturnar, Steffi og Nelli, sum foreldrini sendu til Svøríkis, eftir at nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar í Wien. Endiliga kemur várið 1945, og kríggið endar. Steffi fær studentsprógv og noyðist nú at velja, hvar hon ætlar sær at vera. Skal hon vera verandi í Svøríki saman við lítlusystrini, skal hon fara til Wien ella kanska til Amerika at leita eftir næstringum?














