Svørðberin
Eftir vanlukkuna vaknar Leda - Svørðberin - í ókendum heimi, har hon noyðist undir eina stravna og hættisliga uppgávu. og samstundis liggur Signý í tungum svøvni á sjúkrahúsinum, og eingin veit, um hon nakrantíð vaknar aftur.
13 í longsli
Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.
Hvítar blómur í Gulu ánni
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
Eg Coriander
Ein spennandi søga um gentuna Coriander, sum býr í London í 17. øld. Fyrstu árini eru eydnusom, men so doyr mamman, og hon kemur at sanna, hvussu nógvur óndskapur er í heiminum. Fantastiskar hendingar verða flættaðar saman við veruleikanum.
Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
Savn við tíggju nýggjum og spennandi søgum. Um flennandi húðarklæddar skøltar, um ungan mann í hamferð, um gult, slímut, blóðsprongt eygað, um smsboð, ið boða frá ófrættum og mangt, mangt annað óhugnaligt. Set teg í ein góðan stól okkurt kvøldið, tá ið vindurin ýlir og tað oysir niður. Far og les… um tú torir.
Mín Jólabók 2006
Adventsøguna Skuggarnir á Skarvatanga hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu Reinert, Marjuna S. Kjelnæs, oddvør Johansen og Ellu Smith Clementsen. Nógv ítriv er í bókini, bæði at binda, mála, klippa jólaprýði og gera konfekt. Vakrar og stuttligar myndprýðingar eftir m.a. Kari Roarsdóttur og Janus á Húsagarði
Gátuføra málið um hundin
Kristoffur finnur hundin hjá grannanum dripnan, og ger av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Men tá kemur hann eisini at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir honum.
Hagasóljusangur
Hugtakandi søga um eina illsinta og ólukkuliga gentu. Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag.
Anja biddarabarn í Moskva
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Kill
Tað, sum ikki eigur at henda, verður veruleiki ein dagin á Víkingaskúlanum. Ein skjútti stendur goymdur á einum vesi og fer at skjóta beint inn í matsalin. Ein køkshjálp og næmingar verða raktir.
Leikur í talvi
Harry Potter 6
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Ravkikarin
Will er á ferð saman við einglum fyri at handa Asriel lordi tann máttmikla og vandamikla knívin. Men Lyra er burtur og uttan hennara hjálp megnar hann ikki at vinna á tí ørgrynnu av ráðagerðum, sum hótta hann. Tvey stór heimsveldi gera seg til reiðar at kríggjast,og Will má finna Lyru, tí saman skulu tey í stríð, eina ósvitaliga ferð líka í heim teirra deyðu.















