Svim fyri lívinum
Tá ið hann læt eyguni upp aftur,lá fiskurin og hugdi at honum við sorgarbundnum eygum. Har var ongin ivi. Toskurin kendi eisini hann aftur. Ove skundaði sær at oysa vatn á hann við eyskarinum. So tók hann eina tilju burtur og oysti meiri sjógv inn í bátin. Toskurin skuldi ikki doyggja í bátinum.
Tey kalla meg bara Hugo
Tað er ikki heppið at eita Hugo, tá ið lærarin fer at lesa Klokkaran frá Notre Dame hjá Victor Hugo fyri flokkinum, og endin verður eisini, at Hugo verður eyknevndur Quasimodo eftir klokkaranum. Tá ið Hugo so eisini hittir Esmaraldu, er vónleyst at sleppa undan at verða happaður.
Hjá mær í nátt
Triði partur um gentuna Heiðu, sum býr í Reykjavík. Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga. Í bókarøðini eru - Bið Guðs einglar standa hjá mær, Vera vernd, Hjá mær í nátt.
Vera vernd
Annar partur um gentuna Heiðu, sum býr í Reykjavík. Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga.
Magnus Heinason 5
Magnus Heinason giftist í 1582. Eitt skifti er hann ikki á sjónum. Men fíggindar hansara leggja ilskuráð ímóti honum, og hann fer til sjós aftur. Men óeydnisár bíða eftir honum.
Gagnleikur
Um skótar og skótalív. 13 ára gamli Fróði verður patruljuførari hjá Falkinum. Hann er bæði spentur og bangin um, hvussu tað fer at gangast, men hann fær hjálp frá patrúljuhjálparanum Mariu at menna patrúljuna so væl, at tey sleppa við á LPK.
Momo
Eitt ófrættakent lið av gráum harrum fær støðugt fleiri menniskju at spara tíð, so teir kunnu kradda hana frá teimum og vinna sær vald á henni. Tá ið heimurin med alla tykist hoyra tíðarkraddarunum til, leggur Meistarin Hóri uppí. Til tess krevst honum hjálp frá Momo, eini lítlari gentu við krunkasvørtum, frísutum hári.Tað er um sjálva 'tíðarinnar gátu', at henda bók snýr seg.
Magnus Heinason 4
Magnus Heinason er á veg norðureftir við skipum sínum. Hann hevur lovað danska konginum at fara til Grønlands. Men ráðaríkir fíggindaar royna at forða fyri hesum. Teir fíra ikki fyri nøkrum – heldur ikki fyri at fremja dráp.
Ravnsgenta
Eingin veit um uppruna hennara at siga. Tey siga at hon er trøllagenta, sum var borin í heim uppi undir fjallinum, har ravnarnir flúgva og skríggja í fjallarivunum. Um hálsin hevur hon ein posa við turkaðum urtum og plantum, knústari ormshúð og deydningabeini.Á jalssetrinum býr Sjúrður, sum er sonur ein mætan jall, og norðan fyri Ljótafelli býr Tórður. tað er blóðugt stríð millum ættirnar báðar. Ravnsgentan heldur til mitt millum báðar fíggindagarðarnar.
Magnus Heinason 3
Við stásuliga skipi sínum, Skúgvanum, tekur kaparaskiparin, Magnus Heinason, eitt skip fyri og annað eftir. Hann verður víðagitin á teimum stóru høvunum.
Magnus Heinason 2
Magnus Heinason siglir við van Costen, skipara, men tað eydnast tí grumma sjórænaranum, Bredo Alvares, at taka Magnus til fanga og gera hann til róðrartræl. Nú eru ringar vónir hjá Magnusi og vininum, Jaap. Men umsíðir hendir nakað
Sonur Mariu, maðurin
Í seinnu bókini hjá Cecil Bødker – úr Nýggja testamenti – er Jesus tilkomin maður. Hann arbeiðir á verkstaðnum hjá Jósefi, men hugur hansara stendur ikki til arbeiðið. Hann hevur fingið eitt kall, og hann er kallinum lýðin. Mariu dámar lítið, hon skilur hann iki. Yngsta dóttir Mariu skal skjótt giftast; men hon fer frá øllum at fylgjast við Jesusi. Hon lagar tað eisini soleiðis, at Maria er hjástødd seinastu ræðuligu stundirnar í Jesu forldarlívi.
Jóra og eg
Ein genta, sum er farin at arbeiða á bókasavni fer at leita í gomlum handritum og finnur eitt gamalt handrit um gentu á Suðurlandinum, sum í 1104 upplivdi Heklu goysa. Í søgunum gers nútíðargentan var við at kenslur eru tær somu, hóast tíðirnar eru broyttar: Jóra er lovað einkjumanni við børnum, men hon gerst góð við ungan drong.
Sóleygað horvið
Tá ið vit nærkaðust Háborgini, komu heykaflokkar í stórum tali ímóti okkum. Teir vóru so nógvir í tali, at luftin myrjnaði. Tíðliga ein morgun lupu teir á tey fremstu í flokkinum, komu brestandi niður móti okkum við øðiligari ferð. Og skrólini frá teimum, eg havi tey fyri oyrunum enn, so ræðuligt ljóðaði tað.
Sadako vil liva
6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av offrunum fyri fyrstu kjarnorkubumbuni. Men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar úr gullpappíri, fer hon at fáa heilsuna aftur. Túsund tranar.
Víkingar rændu tey
Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld. Patrik og Sunnva spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfullu skógunum. Hetta var besta summarið, fólk visti at siga frá. Men so hendi tað. Fremmandir hermenn stevna á ræðandi drekum inn móti írsku strondini. Hermenninir tysja í land: teir brenna kleystrið, drepa nakrar munkar og ræna dýrgripir. Ræðslusligin flýggja fólk. Brádliga minnast Patrik og Sunniva lítla fylið, sum stendur í tjóðri á garðinum.















