Kurt verður óreinur
Øll halda, at Kurt er fittur. Kona Kurt heldur at Kurt er fittur. Øll trý børnini halda, at Kurt er fittur. Eisini Kurt heldur at Kurt er fittur. Men so verður Kurt óreinur. Slíkt kann henda tí besta, serliga tá tú fært nógvar pengar um hendi.
Tórður Illugason
Tórður er sonur høvdingin í Illogadali. Hann er ikki sum onnur. hann vil heldur eta góðan mat og drekka enn at berjast og allarbest dámar honum, tá ið skaldini vitja høvuðssetrið, tá sleppur hann at lurta eftir yrkingum og kvæðum.
Góði Gud, tak tær um reiggj
Um 14 ára gomlu Annu, sum gongur í 8. flokki í einum skúla í Havn. Hon er ikki væl nøgd við lívið. Men so hittir hon Heindrik. Anna broytist, og lívið verður so nógv lættari. Onkuntíð heldur hon, at Heindrikur er ikki rættsiktaður, men tað hevur minni at týða. Hon er so forelskað í honum, at hon fer eisini at dáma seg sjálva.
Knassi
Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.
Hin útvaldi
Tá ið Kol er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.
Agnas Silja
Løgna kenslan av at onkur hugdi at sær, nær kendi hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.
Søgu - alfrøðin (8)
Øll heimssøgan, frá byrjan til okkara dagar. Lýsir avgerandi tilburðir í heimssøguni, heimspart fyri heimspart, ár um ár. Í bókini eru 20 myndprýddar tíðartalvur, sum vísa, hvat var um somu tíð í øllum heimspørtunum. Fleiri enn 1500 litmyndir, sergjørdar myndir og kort gera søguna livandi. Eitt lið av søgufrøðingum úr ymsum londum hevur stuðlað høvundan. Sjálvstøðugt yvirlit yvir Føroya søgu eftir Kára Jespersen.
Skipið Zanzibar
Ein spennandi og hugtakandi bók, sum fer fram á Scillyoyggjum um aldaskiftið 1800. Vetrastormarnir fara illa við oynni, summarið er vánaligt og nógv húski ætla sær at rýma inn á meginlandið. Men so gevur ódnarstormurin oynni óvæntaðan fong.
Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo
Vinirnir Hugo, Ravnur og Tóa hava úr at gera. Tey skulu hjálpa Paol, sum hevur sína dagligu gongd á vertshúsinum Deyðu rottini. Paol hevur mist vinin, hundin Skjálm, og fyri at hann skal gloyma sorgina, mugu vinirnir finna honum okkurt at takast við.
Nøtabrótari
Um eina trædukku, sum børnini hjá læknanum Stálheim fáa í jólagávu. Tað kemur fram at Nøtabrótarin er ein gandaður prinsur, sum bara gentan, Maria, kan bjarga við kærleika sínum. Nøtabrótari gav tónaskaldinum Thaikovsky íblástur til at skriva ballettina Nøtabrótarin.
Útiløgukattar
Vikurnar gingu. Anna gekk í skúla og gjørdi skúlaarbeiði sum vant, men hon var ikki hin sama. Dagbókina nam hon ikki. Um kvøldið sat hon framman fyri útvarpstólinum og lurtaði eftir Radið Luxemburg. Anna hevði ongantíð áður hugsað um, at allir sangirnir vóru um kærleika ella mistan kærleika. Hon sat samankropin í stólinum við tárunum niður eftir kjálkunum og lurtaði eftir tí bleytu røddini í Cliff Richard: "Please give me one more chance, this is my first romance..."
Siggi Jønsson og handan Andrea
Ræðist Siggi Jønsson gentubasillur? Okkurt má vera, tá ið hann ikki vil seta seg hjá Andreu, sum øll í flokkinum hava lovað at taka væl ímóti. Andrea er nýggj í flokkinum, hon er út einum øðrum landi. Men andrea vil heldur ikki sita saman við Sigga, men hetta gevur honum okkurt at hugsa um. tó hugsar hann ikki leingi um hetta, tí skjótt hendir so nógv rundan um hann, at sjálvt ikki hann hevði kunnað funnið uppá tað. Og Siggi er heimsmeistari í at finna uppá.















