Í ritgerðini verður hugburðurin hjá ungum føroyingum til málini føroyskt og enskt og brigdið føroyskt-enskt kotuskifti kannaður. Hugburðskanningar eru áhugaverdar, tí við at fáa innlit í hugburð hjá ungum føroyingum kann ein fáa ábendingar um, hvussu ein møgulig málslig framtíð sær út í Føroyum.
Í bókini verður lýst, hvussu amtmaðurin við einum mentum amtsstovni gjørdist oddamaður í moderniseringini av føroyska samfelagnum fyrra helming av 19. øld. Greitt verður frá, hvørjar møguleikar skiftandi amtmenn sóu í fiskivinnuni, tí í 1832 hendi eitt avgerandi skifti í føroyskari søgu, tá ið amtmaðurin skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi við mongu klagurnar frá útróðrarmonnum um fremmand fiskiskip.
Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum.9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum,6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða.Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir.
Talið á limalondum í Evropasamveldinum ES økist alsamt. Men ikki øll í Evropa eru eins áhugað í limaskapi. í Norðuratlanrshavi, í útjaðaranum av Evropa, halda Føroyar og Grønland seg frá øktari integratión við ES. Tá Danmark gjørdist limur í ECC í 1973 avgjørdi Løgtingið, at Føroyar skuldu verða verandi uttanfyri felagsskapin.
Í bókini verður grundgivið fyri, at Viderø sum rithøvundur hevði torført við at finna seg til rættis í hevdbundnum tekstsløgum,men at hann skrivaði ferðafrásagnir, sum í stóran mun vóru ávirkaðar av bókmentaligum og heimspekiligum rákum í Evropa í fyrru helvt av 20. øld.Ein kensla av at liva í einari krepputíð og ikki kenna seg heima nakrastaðni – ikki at sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi – verður orðað í ferðafrásagnunum.
Bók við 14 greinum um málini og málsambandið, sum hevur verið ímillum Vesturnoreg, Ísland, Føroyar, Hetland og Orknoyggjar.
Greinasavn við nýggju vísindaligum greinum eftir føroyskar og útlendskar rithøvundar. Givið út í sambandi við 60 ára føðingardag Beintu í Jákupsstovu.
Grindadráp úr einum søguligum og etnologiskum sjónarhorni frá landnám til í dag. Byggir á bæði eldri og yngri heimildir. Umframt søguligu og etnologisku lýsingarnar er kapitul um grindadrápið og føroyskan samleika og fatanin av hesum í umheiminum.
21 greinir. Bygdar á fyrilestrar, sum vóru hildnir á Faroe Islands Exploration Conference 2006. Evnið, ið verða viðgjørd, eru millum annað, hvussu basalt ávirkar kolvetnisleiting og royndir við kolvetnisleiting higartil á føroyska landgrunninum.
Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Granskingin, hvørs úrslit nú fyriliggja, umboðar fyrstu veruligu roynd at lýsa ungdómin í landinum vísindaliga.
Bókin er um gamalt føroyskt bátasmíð og lívið kring bátarnar í Føroyum í tíðini fram til umleið 1930. Bygt verður á søguligt heimildartilfar og frásagnir frá fólki, ið kendu róðrarbátatíðina av egnum royndum og róðrarbátarnar í dagligum yrki. Framløgan er skipað í tríggjar partar.