Í ritgerðini verður hugburðurin hjá ungum føroyingum til málini føroyskt og enskt og brigdið føroyskt-enskt kotuskifti kannaður. Hugburðskanningar eru áhugaverdar, tí við at fáa innlit í hugburð hjá ungum føroyingum kann ein fáa ábendingar um, hvussu ein møgulig málslig framtíð sær út í Føroyum.
Í ritinum eru ellivu vísindaligar greinar, fimm um málfrøði, tvær um samfelagsfrøði og fýra um náttúruvísindi, ein stutt fráboðan og yvirlit yvir nýggjar ph.d.-arar í 2018 og 2019. Millum greinarnar er lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum, sum Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað. Grein hjá Beintu í Jákupsstovu er um ymiskan hugburð til, hvat endamálið er við kommunum.
Varðin 87 vísir okkum margfeldið í málinum í 2020, í yrkingum, í stuttsøgum, í samrøðum og í umrøðum og ummælum.
Í Varðanum hesaferð eru bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir: stuttsøgur, yrkingar, ferðafrásøgn, ritroynd, fyrilestrar, røður, og ummæli. Flestu tekstirnir eru upprunað føroyskir, men nakrar týðingar eru eftir amerikanskar rithøvundar. Eisini er spildurnýggj føroysk myndlist umboðað, bæði inni í ritinum og á permuni.
Fróðskapur hevur givið út greinasavnið Orð, mynd og veruleiki. Hetta er greinasavn við seks greinum um skaldskap og myndlist. Orð og mynd hava upp gjøgnum søguna verið fatað sum tvær síður av somu mynt. Orðið hevur kortini verið í oddatroyggjuni, tí yrkjararnir sum andans arbeiðarar vóru fyrimyndir hjá handaliga arbeiðandi myndlistafólkunum.
Fróðskaparrit nr. 64 í røðini er prentað við sjey vísindaligum greinum, einari ferðafrásøgn við viðmerkingum og við yvirliti yvir nýggjar ph.d.-arar í 2017.Fýra greinar eru um málfrøði. Eivind Weyhe hevur skrivað tvær teirra, meðan Hjalmar P. Petersen og Laura Zieseler hava skrivað hvør sína grein.Hinar greinarnar hava Bergur Rønne Moberg, Hans Andrias Sølvará og Rolf Guttesen skrivað.
Í hesi útgávuni av Varðanum verður ljós serliga varpað á bókmentakritikk. Nýggj føroysk list prýðir aftur hesa ferð permuna á Varðanum. Tað er Edward Fuglø, sum hevur málað.
Í bókini eru prentaðar tríggjar ritgerðir, sum viðgera nýggjan føroyskan skaldskap. Ritgerðirnar eru styttar eitt sindur og tillagaðar, so tær eru at líkna við greinir og hóska einum almennum lesaraskara. Heitið, Í bókmentagrønanum, sipar til navnorðið “ein grøni”, sum verður brúkt um eitt grønt øki, eina gróðrargóða grasfløtu.
Setursrit 8 snýr seg um barnabøkur í 20. og 21. øld. Fyrsta greinin í ritinum er “Trupul og tung evni í myndabókini fyri børn – Eitt norðurlendskt rák eftir 2000” eftir Henriettu Arge Jacobsen. Hinar tríggjar greinarnar eru eftir Turið Sigurðardóttur og viðgera týddar barnabókmentir
Millum greinarnar hesaferð eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir Hanus Kamban.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.