, , , ,

Váðafúsir føroyingar

Jógvan er fjúrtan ára gamla hetjan í hesi spennandi søguni, sum týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann skrivaði, tá ið hann vitjaði í Mykinesi á sumri í 1938. Við Jógvani lýsir hann, hvussu hart og eirindaleyst lívið hjá mykinesfólki í tríatiárunum kundi vera. Samstundis lýsir hann sterka tilknýtið hjá menniskjunum til oynna og alsk teirra til náttúruna.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Fuglaparadísið Mykines

Síðst í tríatiárunum var týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann í Mykinesi og gjørdi ein fuglafilm. Meðan hann dvøldi har, skrivaði hann eina nemandi frásøgn um vandamikla og lívsjáttandi lívið hjá fuglaveiðimonnunum í Mykinesi og um blíðskapin hjá mykinesfólki. Samstundis er frásøgnin ein kvøða til vøkru náttúruna og ein áminning til okkara í dag at ansa eftir viðkvomu vistfrøðiligu skipanini.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Í fótafari Paulusar (14)

Arne Falk-Rønne hevur gingið í fótaslóð Paulusar, soleiðis sum hann í mong ár ferðaðist ígjøgnum londini í Næreystri, til hann endaði sínar dagar sum pínslaváttur í Róm.Á stak áhugaverdan hátt knýtir hann fortíð og nútíð saman til eina modernaða ferðafrásøgn.“Eg setti mær fyri at ganga somu gøtur, sum Paulus gekk, og skriva um plássini. Tí er hetta ein ferðabók. Men á leiðini gjørdi eg mær eisini eina mynd av manninum Paulusi og royndi tí at lýsa mannin, lív og ferðir hansara.”

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ferð mín til Jorsala

Í 1952 fór Kristian Osvald Viderø frá sum prestur í Hvalvík og gjørdi sína víða gitnu ferð til Jorsala. Vallarin, heimspekingurin og droymarin var leingi á ferð. Burtur úr leitanini kom henda sjaldama bókin, sum tvinnar eygleiðingar og minni og hugleiðingar saman í sjaldsaman og hugtakandi skaldskap.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Jákupsvegurin

Í mai-juni 2011 vóru systrarnar Inga Rósa, Bergljót og Turið vallaraferð í Spania. Tær gingu ein góðan mánað eftir teirri túsund ára gomlu pílagrímsgøtuni Camino de Santiago.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Á ferð í Sibiriu, fløga

Í 6 ár ferðaðist Sigert í Sibiru, viðhvørt saman við øðrum, oftast einsamallur, á støðum, har fáur evropeari hevði sett sín fót. Hann leitar upp norðursibiriskar frumbúgvar og livir teirra ómetaliga harða lív.

299,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Á ferð vestan hav 2

Ferðafrásøgn úr El Salvador, Peru og Bolivia

120,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Á ferð í Sibiriu, heft

Bókin er forvitnisligar frásagnir hjá Sigerti Patursson um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Karahav. Henda ferð Sigerts vardi frá 1889 til 1895.

290,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Latið altíð sólina skína

Ferðafrásøgn um friðargonguna í 1982 - Stockholm, Moskva, Minsk.

56,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kubaferð

Ferðafrásøgn av Kuba - ferð á vári 1983.

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Grønlendsk Dagbókabløð

Gerandislívið hjá einum grønlendskum veiðimanni í teksti og tekningum. Ljósprent av tí handskrivaða grønlendska tekstinum við samsøgdum teksti á føroyskum.

120,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Brá úr USA

Ferðafrásøgn úr USA frá sumrinum 1978.

68,00 kr.
Legg í kurv