Skemtisending. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt.
Beinleiðis upptøka frá Margarinfabrikkini. Juni 2010.
Skemtisending. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt.
Við myndahøggaranum Hans Paula Olsen og kvinnuligu nakinmodell hansara í atelierinum í einum bakgarði í Keypmannahavn, har Hans Pauli er í holt við størstu standmynd sína nakrantíð, har hann rummiskur greiðir frá sínum tonkum um list og tað at skapa.
EIN REGLA UM DAGIN MÁ VERA NOKK! er eitt portrett av yrkjaranum, myndlistamanninum og tónleikaranum Tóroddi Poulsen (f. 1957), sum í 25 ár hevur verið ein týðandi úrmælingur í føroyskum bókmentum – og seinstu árini eisini í myndlist og rokktónleiki.
Føroya stuttligastu borðhald í 2005 og 2006. Í 2006 eru upptøkurnar við Sands Sjónleikarafelag, Gøtu Sjónleikarafelag, Vága Sjónleikarafelag og Nólsoyar Sjónleikarafelag.