Súlubók 5 er partur av súlubókunum, sum eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.
Katla og Stina hava gjørt sína egnu detektivstovu. Tær smáu bláu, halda tær, er eitt gott navn, og áðrenn tær vita av, hava tær fingið sítt fyrsta mál at loysa. Kettan hjá grannakonuni er horvin, og Tær smáu bláu taka sjálvandi málið!
Dísa følir, hvussu hjartað dukar í bringuni, og hon er um at gráta. Hon skal síggja vinirnar fyri síðstu ferð. Hon skal til Íslands, og har kennir hon ongan. Til alla lukku hittir hon Kamban har, og tey gerast bestu vinir.
Dísa og pápin eru á veg til Tey svørtu slottini. Hetta er ein long og vandamikil ferð. Dísa heldur svávulsóljuni tætt inn at sær. Nú ræður um at finna systrina og at bjarga henni. Men við heimsins enda er um at verða galið.
Huldufólkini bjarga Dísu undan at doyggja í kavarokinum. Men stríðið ímóti tí ónda byrjar nústandi. Dísa lovar sær sjálvari, at hon skal gera alt fyri at fáa hendur á svávulsóljuni og bjarga klovninum, sum er gandaður.
Tey í sætta er ein røð, sum er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, já so hendir kortini ymiskt, sum eftir eini lítlari løtu kann venda øllum á høvdið. Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár!
Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum. Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.
Orðálvur er eitt borðspæl um navnorð til børn og vaksin. Spælast kann í fleiri stigum, soleiðis at øll kunnu spæla saman.
Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini: Lív og náttúra, Lívið undir sjóneyku, Mannakroppurin. Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg: venjingar við vegleiðingum, minnist tú?, hevur tú skilt? og uppgávur.
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingurin skal skriva dagfesting og ár og lýsa veðrið.
Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum. Viðgjørdu evnini eru m.a.: Heima hjá mær, Ættargransking, Krambúðin, Grindahvalur, Vatn, Vindur, Endurnýtsla og burturkast, og Samskifti.
Bókin fylgir gjølla Lær teg enskt eftir Ásu Hátun og Unu Poulsen, so at tað ber til at sláa upp í báðum, um ein kannar ávíst fyribrigdi.
Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.
Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt kapitul um føroyska myndlistasøgu.
Skygni 5 er ætlað undirvísingini í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti. Í læraravegleiðingini eru viðm. til flestu síður, umframt virknissíður, tænastusíður og støðuroyndir við svarlista.
Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti. Í avritsmappuni eru eykauppgávur, virknissíður og svarlisti til avritsmappuna.