Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni. Nú hevur Eivind Weyhe, granskari, týtt Føroyingasøgu av nýggjum. Týðingin fylgir upprunatekstinum nærri, enn tær eldru týðingarnar gera, samstundis sum roynt verður at endurgeva søguna í einum nútíðarligum málbúna.
Lærarabók til bókaheildina Rokning 3, sum er til støddfrøði innskúlingini.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini.
Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan. Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.
91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet. Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.
Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku kynstrum við kortum.Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja, vísa, hvussu tú finnur fjald kort, avdúkar fýra ess á rað, letur eitt útvalt kort leypa út úr kortunum og mangt, mangt annað.Bókin lærir teg teir týdningarmestu grundsteinarnar í gykli við kortum. Tey lumpisligu blandini,at taka snildisliga av og at geva fimi.Tú kanst lesa um nakrar av heimsins kendastu gyklarum og fáa prei um,hvussu tú kanst gera framførðslur tínar minniligar hjá áskoðarunum.
Í bókini eru 17 fitt, smá rím: Mánaferðin hjá Lítluni - Allir seyðamenn í Hesti - Veltipetur - Knút - Trapputrinis og mong onnur skemtilig rím.
Í gráu skýmingini hoyrir Teseus hin villa láturin. Barnið fer at skelva av ljóðinum. Teseus reisist og fer út. Eitt hart ljóð fær hann at hyggja aftur um seg.Aftan fyri hann stendur hin størsta súgvin, hann nakrantíð hevur sæð.Hon er meira enn tríggjar ferðir so stór sum hann sjálvur.Eyguni lýsa reyð. Langar tøkutenn stinga út út kjaftinum. So hoyrir hann aftur hin ónda láturin.Hann hyggur at Gráu.Hon situr á nakkanum á súnni.Hon líkist einum deyðum, sum hevur ligið leingi í grøvini.
Tað tykist, sum tað aldri fer at eydnast fátæku Cosette at flýggja frá teimum harligu Thénardier-hjúnunum. Hon er bara átta ára gomul, men tey noyða hana at arbeiða nógv og hart hvønn dag. Jean Valjean hevur lovað mammu hennara, at hann skal bjarga gentuni, men Javert, løgregluovasti, er í hølunum á honum. Fer tað at eydnast tí ágangandi ovastanum at fongsla Jean Valjean? Og um hann fer í fongsul, man so Cosette nakrantíð fáa frælsið?
Lærarabók til bókaheildina Rokning 3, sum er til støddfrøði í innskúlingini.
Uppgávubók til Rokning 3, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.
Hetta er nýtt samvirkið undirvísingartilfar til miðdeild - serliga ætlað børnum við tarni í autismuspektrum og tílíkar avbjóðingar, t.d. ADHD. Umframt vegleiðingartil einstaklingatímarnar eru seks bólkaarbeiði og ískoytistilfar at finna í ringbindinum, sum lærarabókin er partur av. Í ískoytistilfarinum eru 5 plakatir, 24 kort til lutaleik o.a. og 24 hjálparkort
Hetta er nýtt samvirkið undirvísingartilfar til miðdeild - serliga ætlað børnum við tarni í autismuspektrum og tílíkar avbjóðingar, t.d. ADHD. LEIKARIN er undirvísingartilfarvið tí endamáli at fáa næmingin at gáa um kenslur og at royna at handfara tær í gerandisdegnum.Tilfarið er ein næmingabók við 26 einstaklingatímum býttir í 8 kapitlar umframt ískoytistilfar (5 ørk við klistrimerkjum, 2 plakatir og 24 hjálparkort).
Mín lesibók 1-17 eru smáar lesibøkur, ætlaðar at venja avkodingina og sambandið millum bókstav og ljóð. Endamálið er, at børnini gerast tryggir avkodarar, so at tey megna at lesa vanligan tekst. Bøkurnar eru skrivaðar við avmarkaðum tali av bókstavum, í fyrstu bókini eru bert 8 bókstavir við, so líðandi koma fleiri bókstavir afturat.Tilskilað er í hvørjari bók, hvørjir bókstavir hava verið í bókunum frammanundan, og hvørjir eru nýggir.
Mín lesibók 1-17 eru smáar lesibøkur, ætlaðar at venja avkodingina og sambandið millum bókstav og ljóð. Endamálið er, at børnini gerast tryggir avkodarar, so at tey megna at lesa vanligan tekst. Bøkurnar eru skrivaðar við avmarkaðum tali av bókstavum, í fyrstu bókini eru bert 8 bókstavir við, so líðandi koma fleiri bókstavir afturat.Tilskilað er í hvørjari bók, hvørjir bókstavir hava verið í bókunum frammanundan, og hvørjir eru nýggir.