Eftir at pápi var deyður, dugdi eg ikki at seta orð á mína støðu, men royndi kortini. Eg varð noyddur at lýsa meg sjálvan sum okkurt annað; alt annað var ov torført.Summar dagar var eg eitt svart hol, aðrar dagar hevði eg einki heiti,og av og á var eg krabbameinið, ið drap pápa.Eg hevði eisini krabbamein, men eitt øðrvísi slag. Eingin sá, at eg var sjúkur, uttan eg.Mítt krabbamein hevði nøkur ávís eyðkenni. Tað skapaði fleiri svørt hol í mær. Tað hvarv og kom aftur, áðrenn eg visti.
Í seinna heimsbardaga í Fraklandi verða nakrir menn tiknir og tveittir í eina fangalegu.Ein dagin sigur týski fangavørðurin við teir,at tríggir teirra verða skotnir í lýsingini,og teir skulu sjálvir gera av,hvørjir teir tríggir skulu vera.Teir kasta lut,og múgvandi advokaturin Chavel verður ein teirra.Men heldur enn at geva seg undir lagnuna selur hann ognir sínar til ein annan fanga,tann blóðfátæka Janvier.
Hesar stuttsøgurnar eru allar meistaraverk. Kjell Askildsen hevur sagt, at hann er langrøkjutur, skrivar tepurt og knapt, oyðslar ikki við orðum. Hvør einstakur setningur lokkar sítt framhald fram. Hann kennir ikki søguna frammanundan, men letur ein setning taka annan setning við sær, og soleiðis sprettur søgan.
Maria er dóttir ein ovurríkan vápnaseljara.Hon má hava heimaundirvísing, tí pápin er lívræddur fyri, at hon skal verða rænd.Mariu leingist burtur frá lívinum við tveimum tænarum í einum herðskapshúsi.Eftir at hava goldið fyri at sleppa at spæla tað ómøguliga Kepler62-spælið, fær hon eini løgin boð.Er hon veruliga útvald til at sleppa við á eini rannsóknarferð út í rúmdina?Og kann hon angra,tá hon hevur sagt ja?
Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda eksogongustjørnu. Er tað sannheit? Ella hevur einræðisstjórnin heilt aðrar ætlanir? Teir skriva aðruhvørja bók. Innbjóðingin og Niðurteljing eru tær báðar fyrstu bøkurnar í røðini. Be part of the story
Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Ein nýggjur tunnil bindur ta avbyrgdu bygdina Fjallvík saman við restini av landinum.Men hvat kemur burtur úr tí svarta tunnilsholinum?Framburður og vælferð, lova politikararnir.Synd og ógudiligheit, ávarar pápi Dávid. Dávid veit ikki, hvat hann skal halda.Hann er ein serligur drongur, sigur mamman. Onnur kalla hann yvirklókan.Tíbetur eigur hann ein stórabeiggja, Pætur sum ansar eftir honum. Men hvat nú, um Pætur rýmir gjøgnum tunnilin,burtur frá honum...?
Plakatirnar eru prentaðar í sambandi við Fuglabókina eftir Mikkjal á Ryggi.
Plakatirnar eru prentaðar í sambandi við Fuglabókina eftir Mikkjal á Ryggi.
Plakatirnar eru prentaðar í sambandi við Fuglabókina eftir Mikkjal á Ryggi.
Plakatirnar eru prentaðar í sambandi við Fuglabókina eftir Mikkjal á Ryggi.
Heftið er liður í frálærutilfari, sum 15 ára gomul skulu ígjøgnum av teori fyri at fáa koyrikort til lítið prutl.
Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men so gongur alt púra galið!