Hvørvikynstur
Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku hvørviskynstrunum.Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja og læra,vísa,hvussu tú stig fyri stig fært til dømis eina mynt at hvørva og koma til sjóndar aftur eina heilt aðra staðni. Í bókini ery gykl við djórum, tannsteytarakynstur, stuttlig kynstur við krógvaðum lutum og mang annað spennandi.Tú kanst eisini lesa um kendar meirstarar í gykli umframt fáa góð prei um, hvussu tú kanst gera framførðslu tína hugtalandi við klæðum,o.ø
Hvítabjørnin
Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis. Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.
Dronur
Dronur flúgva við bumbum og halda eyga við ódnum. Dronur bjarga fólki í neyð og taka vakrar myndir. Les meiri um dronur í hesi bókini.
Við fullari ferð
Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað. Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.
Skuggar í skóginum
Trý systkin Linus, Maja og Oskar. Átta, tíggju og tólv ár. Ein útferð við familjuni. Eitt nýtt tjald. Eitt skríggj, sum hoyrist sum ekkó yvir vatnið.
Teseus 3-Óreina ætlanin hjá Me
Ja, men tað man Teseus fara at klára. Tú sigur hann vera ein raskan stríðsmann? Nú er røddin á Medeu aftur spotsk. Men ein sovorðin hetja er hann kanska ikki? Linos skundar sær inn aftur í kamarið. Teseus, tey fara at senda teg út eftir hinum hvíta tarvinum við Maraton. Á vegnum skalt tú drepa ein stóran risa, sum eitur Sinis. Tað er Medea, sum hevur lagt upp ráð, og..."
Vitello fær ein fosturpápa
Mamma mussar ein skallutan mann, sum eitur Gregers, úti við havaportrið. Vitello dámar hetta ikki. Loyniliga gentan hjá honum, sum eitur Kamma, heldur, at hann fer at fáa ein fosturpápa. Vitello sigur nógvar illbønir, tí hann jú longu eigur ein pápa, sum er eitt bartrog og ein supereingil.
Jákupslon
Jákupslon er til og er á sama stað sum í skaldsøguni. Tað var har, faðir rithøvundans (Abbas al Aswany, sum eisini var kendur rithøvundur) hevði sína skrivstovu, og har hevði Alaa al Aswany sjálvur sína fyrstu tannlæknastovu.Men ikki alt líkist. Heldur enn at vera „háklassisk í evropeiskum sniði, við svalum, prýddum við grikskum andlitum høgdum í stein“, er lonin eitt sera stásiligt dømi um art deco, uttan feril av svalum.
Hjarta myrkursins
Hjarta myrkursins er ein illkøld og skakandi frásøgn um ræðuleikar, ið fara fram í Kongo tað tíðarskeiðið, tá ið hjálandaveldi koma í hæddina í 19. øld. Søgan viðger ta ørkymlan, sum búskapar-liga, samfelagsliga og politiska eyðræningin í-Afrika hevur við sær.Samstundis fáa vit innlit í ta skelkandi framferðina, sum hetta elvdi til.
Føroyingur við ongum flaggi
Um religiøs upplivilsi, sum í dag kunnu greiðast av nervafrøðini. Um tey nógvu lokabrøgdini hjá teimum kristnu kraftagerðarmonnunum nú á døgum. Um hvussu gudrøkisskapur tekur lívið av nógvum børnum í dag. Um ta skilaleysu bønina.Um ósannindi og skeivleikar í Bíbliuni. Um hvussu tey kristnu alla tíðina gera ímóti síni læru. Um grundirnar, ið elva til góðan sið í samfelagnum. Um hvussu skilið var, tá ið føroyingar livdu undir Guds lóg.
Tsatsiki og Hamarin, MP3
Tsatsiki heldur, at einki er líka stuttligt, sum tá hann var lítil. Mamman og Göran bara skeldast, og grannin von Rumparhol gremur seg um alt. Og genturnar í flokkinum halda, at hann og Hamarin eru alvorliga barnsligir.Tíbetur hevur Pápi Høgguslokkafiskari lovað Tsatsiki og Hamaranum, at teir skula sleppa at vera í Agios Ammos alla summarferiuna.Men tey vaksnu bara lova og lova.Skalt tú nakrastaðni og gera okkurt stuttligt, mást tú syrgja fyri tí sjálvur.
Eldførið
Ein ungur soldatur, ein fongslað prinsessa, heksir, úlvar og Deyðin ganga hond í hond í hesi framúrskarandi bókini eftir heiðurslønta rithøvundan Sally Gardner. Íblásturin til søguna hevur hon fingið úr kenda ævintýrinum hjá H. C. Andersen Eldføri. Otto Hundebiss er hermaður og troyttur av krígnum. Hann verður særdur, men kemur undan við lívnum.Ein loyndarfullur skapningur, hálvt beist og hálvt maður, er um hann, til hann er komin fyri seg.
Tsatsiki og olivinkríggið
Á griksku oynni hjá Tsatsiki er onki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið.
Malla ræður
Hví skal Malla altíð gera, sum tey vaksnu siga. Rudda, skunda sær og eta døgurða, tá ið hon heldur vil spæla? Má tað vera so? Kann tað ikki vera øvugt? JÚ! Malla fær gjaldskortið hjá mamuni við kodu og tí heila. Nú skulu mamman og pápin gera, sum Malla sigur, tí í eina heila viku er tað hon sum ræður! Hvat tey skulu eta. Nær tey skulu í song og upp um morgunin. Hvat er loyvt og ikki. Ja, stutt sagt ALT. Tað má vera paradís á jørð – ella?
Vølundarhús, MP3
Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið.
Leikrit 21, Giftingarfør genta
Hetta er skemtileikur í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Leikurin varð fyrstu ferð leiktur á Velbastað í 1930. Í Havn varð hann framførdur árið eftir, og seinni hevur hann verið spældur í fleiri bygdum.















