Pity the sun had to rise
Once upon a time Iceland wanted to move the Faroe Islands north towards it. It was back in the day when strength was measured in the length of the hair, way before people started thinking about making tunnels and bridges. The story draws on the legend about the Giant and the Witch that V. U. Hammershaimb wrote down.
Ærgerligt at solen stod op
Engang ville Island flytte Færøerne op til sig. Det var i den tid, hvor styrken sad i det lange hår, og inden menneskene var begyndt at tænke på at lave tunneller og bygge broer. Historien bygger på sagnet om ”Risen og kællingen”, som V. U. Hammershaimb nedskrev.
Spell at sólin kom upp
Einaferð ætlaði Ísland at flyta Føroyar norður til sín. Tað var í teirri tíðini, tá ið styrkin sat í tí síða hárinum, og áðrenn fólk fóru at hugsa um at gera berghol og byggja brýr.Søgan byggir á søgnina um „Risan og kellingina“, ið V. U. Hammers haimb skrivaði upp.
Korallbruni, yrkingar
Høvundin sigur at savnið er ein roynd at skriva seg vekk frá menniskjanum og út í náttúruna, so hon kann sleppa at ráða. Savnið minnir okkum um at vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum,at tað materiella, ikki bert er deytt, óvirki, men júst sum yrkjarin vísir okkum, nakað sum er ein partur av øllum og av okkum sjálvum.
Sjórænaraskipið
Alt var sløkt inni, tað var bara lyktin, ið lýsti. Tey, Røskva, Baldur og Babba, lótu hurðina upp. Hon ljóðaði sum ein grenjandi ketta. Nú fór mangt og hvat at henda, tí hetta var ein vandamikil ferð upp á loftið.
Komið í gongd við Karlstadmodellinum !
Mál er grundarlagið undir tí at fáa verið við. At vera við er fortreytin fyri málsligari menning,
Kepler62, Slóðarar-4 (65)
Ari, Maria og Jóni eru umsíðir komin til gongustjørnuna Kepler62e. Á gongustjørnuni er gras, plantuvøkstur og vatn, og tey byrja spakuliga at síggja eina framtíð fyri sær. Men so finnur Maria út av, at tey ikki eru einsamøll á gongustjørnini. Kann hon líta á hesar verurnar? Jóni verður lívshættisliga sjúkur, og tá noyðist hon at taka kjansin.
Ungur nemur "Fuglar flestir gerast nú vísir"
Setursrit 8 snýr seg um barnabøkur í 20. og 21. øld. Fyrsta greinin í ritinum er “Trupul og tung evni í myndabókini fyri børn – Eitt norðurlendskt rák eftir 2000” eftir Henriettu Arge Jacobsen. Hinar tríggjar greinarnar eru eftir Turið Sigurðardóttur og viðgera týddar barnabókmentir
Kepler62, Ferðin 3 (57)
Ari, Jóni og Maria fara á ta longstu rúmdarferðina í søguni hjá mannaættini. Tey skulu til gongustjørnuna Kepler62e, sum er heili 1200 ljósár burtur. Vandarnir á ferðini eru nógvir – halastjørnur, loftsteinar og ormahol. Men tað er eisini okkurt illgrunasamt við allari hesari ferðini. Hví er Maria løgd í hypersvøvn? Og hvat man vera í hasum hylkinum, sum Olivia roynir at fjala fyri teimum?
Bókin um Dust- fyrsta bind (16)
Malcolm Polstead arbeiðir á vertshúsinum hjá foreldrum sínum,og har hoyrir hann orðið dust.Tað er okkurt serligt við hesum dustinum.Sum um tað ikki er heilt vanligt dust.Hendan veturin regnar tað sum ongantíð fyrr,og alt verður undir í vatni.Eitt str íð millum vísindi,politikk og átrúnað er byrjað.Malcolm missir alt í illveðrinum,og hann noyðist at fara á eina ferð,sum broytir lív hansara.Við á ferðini í kanoini,sum eitur La Bella Sauvage,eru pinkubarnið Lyra og Alice.Og teir tríggir daimonarnir.
Eg eri ein prinsessa
Heimsins vandamiklasta harkalið 1
Killer, Skrappi og Kryvjarin, hesi nøvnini eru ræðuliga vandamikil, og tað eru tey sjálvandi, tí hesir dreingirnir eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Teir halda til í Ræðuborgini í Illaskógi, og ein dagin hoyra teir, at okkurt er komið í felluna uttan fyri Ræðuborgina.Er tað hitt harkaliðið í Illaskógi,Heimsins vánaligasta harkalið,sum loypur á?Nei,tað er ein løgin skapningur–ein genta!Og henda gentan er ikki hvør sum helst,tí hon ætlar sær eisini at vera í Heimsins vandamiklasta harkaliðið.
43 Bagatellir
Søgurnar í bókini eru rættiliga ymiskar og snúgva seg - sambært innihaldsyvirlitinum-um mangt og hvat,millum annað eina altan, automatgir, eina á, állar, eitt baðikar, barnaspæl, ein barnavogn, boardingkort, eitt bræv, børn, eina gávu o.a. Sum sjangruheiti man"bagatell"vera mest brúkt um tónleikaverk,men er tó eisini til sum bókmentasjangra,og merkir"lítið,ópretentiøst verk". Í dagligari talu verður orðið brúkt um okkurt,sum hevur lítið upp á seg,okkurt sum bert er ein viðfáningur.
Áh Óh - mánin!
Lundapisurnar Stóra og lítla spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin! Og hann flýgur av stað við lítlu. Nú eru góð ráð dýr!















