Tað er ikki lætt at spæla fótbólt.Tað veit eg nú,at tað ikki er.Tí tað er ringt at klára seg væl altíð.Eg slapp annars við á liðið beinavegin. Enntá í bestu deild.
Sofía og Anita síggja tveir gátuførar menn bera ting úr einum gomlum bumbuskýli.Munnu teir vera tjóvar?Genturnar fara at kanna,hvat ið er á vási.Tað verður nógv óhugnaligari,enn tær høvdu væntað. Sofía og Anita er ein spenningsrøð,sum Line Baugsø hevur skrivað. Hon hevur eisini skrivað bøkurnar um smáu detektivarnar, katlu og stinu.
Romeo og Julia eru góð...... men ættirnar hjá teimum eru fíggindar.Í gamla Verona,har tey berjast við svørðum,hava loyndarmál og duga at bryggja gandadrykkir,hoyra vit um syndarligu kærleikssøguna,sum endaði so ræðuliga.
Í fyrstu bókini vann 5.b fótbóltskappingina.Nú verður meira fótbóltur.Í fyrstu bókini var Vilhjálmur forelskaður.Nú verður uppaftur meira av kærleika!Í fyrstu bókini var stríð við Kristian.Nú verður uppaftur verri! Skjót er onnur bókin av trimum um Vilhjálm og vinirnar. Fyrsta bókin eitur Sparka!
Læknin, ið drakk piss. Gentan,ið kom livandi frá at detta úr einum flogfari.Gyklarin,ið gandaði seg sjálvan burtur.Hava tey verið til í veruleikanum? Í hesari bókini kanst tú lesa um tólv ógvuliga serstøk fólk.Nakrar av søgunum eru sannar.Aðrar eru tú at gita,hvørjar eru sannar?(Í bókini fært tú eisini meira at vita um flogfør,hypnosu og Titanic.)
Djóra-Djóni sigur frá um síni yndis frumskógardjór. Frá svarta pantaranum til eiturpílafroskin. Visti tú? At kvalaraslangan kann leggja heilt upp í 60 ungar? At summar kamelónir kunnu broyta húðarlit? at ein tikari kann svølta í tvær vikur?
Í hesi bók kanst tú lesa um ymisk sløg av djóraungum.
Tú vápnar teg ikki, tú randar teg ei við múrum eins og hann, tú verjir teg ei eins «varliga» móti njótilsi. Sjálvt um falliska villingin sum heild hevur spilt góð sambond, er kvinnan aldri langt frá «móðurini». Tað er altíð í øllum førum ein rest av góðu mjólkini-frá-móður eftir í henni. Hon skrivar við hvítum blekki.
Øll øki í byrjanarundirvísing í fronskum verða viðgjørd, og teir 36 kapitlarnir fevna um eitt savnað byrjanarskeið. Við tekstum, uppgávum og mállæru hevur bókin nóg mikið av tilfari til á leið 80 undirvísingartímar.
Bókin, Samfelagið og eg, býtt upp í 10 partar. Bókin viðger Húskið, Skúlan, Næmingafólkaræði, Vinalag, Rættindi og skyldur hjá børnum, Frítíð, Fólkaræði, Kommunur, Samavgerarrætt og Miðlar. Hvør partur byrjar við eini mynd og einum inngangi, sum benda á, hvat parturin snýr seg um. Til allar partarnar eru arbeiðsuppgávur.
Í bókini fer høvundurin spontant avstað í allar bygdir og allar oyggjar í Føroyum.Høvuðsmotorurin á 1.300 kilometra longu ferðini er leitanin eftir svarinum upp á avbjóðingar sum sorg,svik og skilaleysar siðvenjur.Hjálparmotorurin hevur tríggjar
Savnið er býtt í tveir partar, har tær fimmsøgurnar í fyrra partinum eru heftar at hvørjari aðrari, og tilsamans mynda eina stuttsøgu-cyklus.Søgurnar eru annars sera fjølbroyttar. Tær fevna frá tí skemtiliga, tí satiriska, tí siðsøguliga, tí syrgiliga, tí sálarfrøðiliga og einum hópi av erotiskum søgum,ikki minst í hesum seinasta savninum, sum lýsir tað kensluliga, kærleikslívið, tað ediliga kenslulívið millum kynini upp á gott og ilt.
Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð. Í søguni sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta poppsangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum.
Suddenly the night has grown colder. some deity preparing to depart. Alexdandra hoisted on his shoulder, they slip between the sentries of your heart. Upheld by the simplicities of pleasure, they gain the light, they formlessly entwine; and radiant beyond your wildst measure they fall among the voices and the wine.