, , , , ,

Pax 9, Marran (32)

Verjan hjá bókasavninum er viknað, og svarta heksin ger eina lívshættisliga avtalu við marrudreymadrotningina! Marran tekur ræðið á Estrid, og tað eru bara ravnabrøðurnir, Alvi og Viggo, ið kunnu bjarga henni og øllum Mariefred. Men tað er sera vandafult at fara inn í dreymaverðina ...

136,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Mín Jólabók 2018 (21)

Mín jólabók 2018 er á tremur við góðum søgum og jólaprýði, sum tit kunnu gera til jóla. Fjúrtan høvdundar og átta myndprýðarar hava gjørt hesa jólabókina til eitt satt upplivilsi.

240,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Mamma Mu spælir (25)

Mamma Mu er ein forvitin og spælisjúk kúgv, og Krákus er ein varin Kráka. Nú er vetur og kalt, og Mamma Mu keðir seg í fjósinum. Tíbetur kemur Krákus altíð at vitja. Mamma Mu droymir um grønt gras og summar. Og so fara tey út at spæla summar í kavanum.

129,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Lítli Virgar hjálpir einum eina-og-aleina storki

Hvør vil ikki fáa tríggjar lakresspípur? Tað vilja Lítli Virgar, Karl Emil og Oskar so í øllum førum. Tí gera teir av at hjálpa keypmanninum. Storkurin er fluttur inn á takið hjá keypmanninum, og keypmaðurin ræðist fyri, at skorsteinurin fer at detta niður. Men um nú storkurin fekk sær ein maka, so kundi tað jú verið, at tey bæði funnu eitt annað stað at búgva. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin. Alt gongur ikki sum ætlað .

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Lítli Virgar og drekin

Lítli Virgar, Oskar og Karl Emil fara at leita eftir einum dreka, sum Oskar sigur seg hava sæð niðri við vatnmylluna. Tað er eitt farligt ódjór við fýra høvdum og sjey beinum, sum bara etur prinsessur og eld . . . Um tað nú er til í veruleikanum.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Rokning 5, uppgávubók

Uppgávubók til Rokning 5, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.

258,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Rokning 5a, Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Rokning 5.

598,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Tá ið Findus lítli hvarv (26)

Pettson gamli býr saman við hønum sínum á einum garði á bygd. Hann kennir seg so einsamallan. Ein dagin kemur Bina Andersson, grannakonan, við einari pappeskju til hansara. Findus. Grønar ertrar stendur við stórum stavum á eskjuni. Men har vóru ikki grønar ertrar í eskjuni. Har var ein pinkalítil kettlingur! Soleiðis gjørdust Pettson og Findus vinir, og hann fekk nógvar aðrar vinir seinni.....

128,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Ættarlið X

Hugsað verður ofta í ættarliðum við at miða seg eftir tíggjuáraskeiðum, sum um veruleikin fær skap ígjøgnum eitt ávíst tíggjuáraskeið, og sum um ávirkan uttaneftir skipar seg eftir einari áramálskonstruksjón. Nú ið tøknin hópframleiðir ættarlið ella bara nýggjar tendensir, sær øðrvísi út. Men mynstur kunnu saktans formast í áratíggjum, so heilt grundarleys er henda tilgongd til ættarlið kortini ikki: hippiarar í 1970’unum og yuppiarar í 1980’unum, ættarlið X í 1990’unum.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sýni & Dýpi 1

Sýni & Dýpi 1 er fyrsta bókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað C-stigi ella fyrsta árinum í trý ára A-stigi. Bókaheildin er upprunaliga givin út sum netborin sBók, og pappírsútgávan er ein skerd útgáva. Bókaheildin er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum, Sýni 1, eru ástøði og kunning um mál, samskifti og tekstsløg, og í seinna partinum, Dýpi 1, er tekstasavn umboðandi høvuðstekstsløgini.

278,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Samfelagið -og vit, næmingabók

Samfelagið – og vit er býtt upp í 5 partar. Bókin fevnir um hesi evni: - Brúkarasamfelagið - Rúsdrekka, rúsevni og tubbakk - Lógarbrot og revsing - Arbeiði og útbúgving - Politiskar skipanir og val Hvør partur inniheldur fjølbroytt tilfar, ið leggur upp til ymiskar arbeiðshættir. Hvør partur byrjar við eini keipumynd og einum inngangi. Til allar partarnar eru arbeiðsuppgávur.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Nem í fimta, læraravegleiðing

Læraravegleiðingin til Nem í fimta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar. Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í fimta og lýsing av lærugreinini føroyskt. Í Vegleiðing til partarnar verður víst á, hvussu tekstirnir í bókini kunnu lesast, og greitt verður frá uppgávunum í pørtunum. Nem í fimta er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst.

598,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Nem í fimta, næmingabók

Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst

398,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bygdasøga 3.Nes-Toftir-Saltnes

Triðja bindið í bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes er ein ættarsøga burturav. So at siga øll, sum hava búð í hesum trimum bygdunum í Nes kommunu, eru umrødd ella nevnd í ættarbindinum. Ættarsøgan er bygd upp hús fyri hús fram til 1960. Ein kapitul er harumframt um tær vanlukkur, sum eru hendar millum ár og dag á Nesi, Toftum og Saltnesi.

350,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Leikrit 26, Systrarnar á Kinn

Hesin leikurin nevnist upprunaliga “Søstrene paa Kinnekullen”. Hann er skrivaður í 1849, kom týddur til føroyskt út fyrst í 21. bindi av “Varðanum”, 1941, síðani sum serprent í 1952. Hesin leikurin nevnist upprunaliga “Søstrene paa Kinnekullen” Leikurin varð fyrstu ferð framførdur í Føroyum í 1934. Tað var í Sjónleikarhúsinum í Havn; seinni hevur hann verið framførdur m.a. á Eiði í 1940 og 1968, í Vági, Klaksvík, Fuglafirði og Gøtu.

100,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Frikadellukríggið, Vit í 3.A

Tá ið nýggi drongurin í flokkinum, Wilhelm, skjýtur eina frikadellu, so hon endar í hárinum á Foxy, er ongin ivi: hetta er ein krígsavbjóðing. Foxy, sum fær hjálp frá sínum besta vini Mikkjali, noyðist nú at finna uppá, hvussu hon skal hevna seg fyri at vinna kríggið. Men tá hon fer at njósnast eftir Wilhelmi, gerst hon var við ein stóran loynidóm, sum gevur frikadellukrígnum heilt aðra vend.

110,00 kr.
Legg í kurv