, , , ,

Ríman um sangfuglar og slangur

Tað er morgunin, tá ið heystingin skal vera, sum skal seta tíggjundu hungursleikirnar í gongd. Í Capitol ger 18 ára gamli Coriolanus Snow seg til reiðar at verða vegleiðari í leikunum. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu, og lagna teirra hongur í einum kønum tráði, sum ger, at Coriolanus noyðist at seta alt upp á spæl fyri at vinna í hungursleikunum.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Finka. Næmingabók

Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum - bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum. Næmingarnir verða gjørdir tilvitaðir um snildirnar og verða undirvístir í at brúka tær alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru sjónligar í næmingabókini. Hetta er gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu tey skulu brúka eygu, fingrar og munn, meðan tey lesa og lurta.

348,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Finka. Arbeiðsbók 2

Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.

75,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Finka. Arbeiðsbók 1

Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.

75,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Finka, Ljóð - og Mállæra

Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini saman við lesibókini, men hevur ikki tilvísingar til lesibókina. Í ljóð- og mállærubókini eru ljóð- og mállæruuppgávur.

75,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Krákan, LP

10 løg

200,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Í stovuni sofu, í køki komfýr bd. 1 + 2

Í stovuni sofu, í køki komfýr lýsir, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari. Frá roykstovu og útundirgerð til glasstovu, frá moldgólvi til timburgólv.

498,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Rokning 6b, Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Rokning 6

598,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Palli

Bókin er í tveimum táttum, sum ganga lið um lið gjøgnum alla bókina.Annar er ævisøga hansara, fyrst og fremst bygd á tær samrøðurnar, hann hevði við Jógvan Arge í útvarpinum fyri nøkrum árum síðan, pyntaðar og kryddaðar við myndum og tekningum, sum lýsa søgurnar, støðini og fólkini, ið verða umrødd. Palli er tikin úr leiki sum frásøgumaður, minnið er gott og upplivingarnar nógvar.Hin er eru tær bestu av teimum nógvu byggiverkætlanum og bókaútgávunum, hann hevur verið partur av.

448,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Herviligi Henry og flúgvarin

Søgurnar um Herviliga Henry eru: Herviligi Henry og flúgvarin - Herviligi Henry broytir søguna - Herviligi Henry stjelur pallin - Herviligi Henry og deyðsrusjibanin

98,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Herviligi Henry og kannibalbanningin

Søgurnar um Herviliga Henry eru : Bakarameistarin Herviligi Henry - Herviligi Henry og kannibalbanningin - Eyka herviliga leiðbeiningin hjá Herviliga Henry til Rullkomin foreldur - Herviligi Henry og illavorðna bókin.

98,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bókin um Dust - annað bind (12)

Bókin um dust er eitt tríverk, sum er um tíðina áðrenn og eftir hendingarnar í tríverkinum Myrkursins frumevni, sum kom út á føroyskum 2004-05. Í tí fyrsta bindinum La Belle Sauvage er tíðin sett 10 ár undan hendingunum í Myrkursins frumevni. Henda onnur bókin í nýggju røðini útbyggir og breiðkar episku parallellverðina hjá Philip Pullman. Tað er eitt máttmikið ævintýr um, hvat tað vil siga at kenna teg sjálva/n, at vaksa upp og fáa skil á heiminum rundan um teg.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tvøri og Tvassa (27)

Ein søga um ta umvendu verð, har flest allir leiklutir eru vendir á høvdið. Børnini klára alt sjálv. Tey keypa inn, gera mat og ansa eftir foreldrunum. Í Tvøra og Tvassalandi sært tú hús liggja á liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar uppi í luftini. Men kortini líkist gerandisdagurin okkara.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Álvur Ákason, sniðskorin (30)

Álvur Ákason er ein kendur og høgt elskaður vinur úr bókaverðini. Í hesi fittu, sniðskornu pappbókini kunnu tey yngstu børnini hitta Álv, vinir og familju hansara. Álvur smíðar, pápin lesur, Fía fastir bakar og rokast, og Virgar spælir við bilar.

75,00 kr.
Legg í kurv