Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.
Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.
Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út
Skaldsøgan Løgmansdóttirin á Steig byggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn umframt annað søguligt skjalatilfar. Søgan gongur fyri seg í fyrru helvt av 18. øld.
Sítt egna rúm, 1929, kannar evnið ‘kvinnur og bókmentir’. Hon lýsir, hvussu kvinnur, gjøgnum tær avmarkingar, sum teimum hava verið settar, hava verið hildnar frá at skriva. At kvinnur, skulu tær verða rithøvundar, mugu hava ráð, t.e. eina ávísa lágmarksinntøku, so at hugur kann ferðast frælsur, og sítt egna rúm, ítøkiliga og - ikki minni – hugmyndafrøðiliga.
Hetta framúr vakra og innihaldsríka bókaverk í tveimum bindum er 800 síður. Bøkurnar lýsa sera hendingaríka lívssøgu hjá einum bygdardreingi, sum tá bert 14 ára gamal fór heiman, og til hann nú, lívssól hansara stavar í vestri, hevur litið aftur á minnisríku lívsævi sína og fest tað á blað í einum løttum og livandi málbúna. Eyðvitað eiga bestu manndómsár hansara sum lærari vesturi í Vágum og tað eina árið í Mykinesi sítt sjálvsagda pláss í bókunum.
Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun hvørja framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?
Vitello dámar at síggja filmar um skrappar fýrar í undirtroyggju, sum tosa ljótt við øll og ikki eru bangnir fyri nøkrum. Harðar bananir við knívi. Vitello er eisini ein hørð banan, hann letur seg í undirtroyggju, nubbar ein av Mammusa knívum og fer út í verðina at tosa ljótt við onnur ...
eitt fjall við síðum eygnabrúm starir at mær sum um eg eri løgnari enn tað
Í hesari bókini hevur Djóni trupulleikar av ymsum slagi. Tað kann vera í forskúlanum, á spæliplássinum ella heima. Hetta eru trupulleikar, sum børn uppliva í gerandisdegnum. Les bókina saman við barninum og lær at loysa trupulleikan eftir lítlari løtu við at hugsa øðrvísi. Djarvi Djóni er ein bók, har børn kunnu læra seg, hvussu einfalt tað kann vera at handfara svárar kenslur við at hugsa á ein nýggjan hátt.
Hetta er annað bind í røðini Føroysk málæra.Bókin tekur fram grundleggjandi drøg við føroyskari syntaks, og er fyrst og fremst ein deskriptiv lýsing av føroyskari syntaks.Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt indeks, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.
Kora-Kora-Korona, hví kom hon her at gronast..?.. um árskiftið sótu føroyingar í hugnaligum náðum...við tryggum skíggja millum seg og verðina..politiskt koppsettir móti øllum óynsktum í tí nýggja árinum..sjálvt deyðanum..og so kemur hatta sníkjandi.. Ein Kin-skeivoygd, kíni-babylonsk skøkja...og eitt tvey og súrdeiggjað breyð...so endavendist alt... í hægstu vártíð varð gleðin avlýst og fall til jarðar sum tað seinasta blaðið av tí seinasta trænum tað seinasta heystið nakrantíð..
Two little pufflings see the light of on a summer morning. The poke their heads out of their burrows, and see the world open up to them.
Hvat var tað, sum fekk skómakarsonin Henry Rinnan til at gerast mest hataði maður í søgu Noregs? Og hví skuldi eitt jødiskt húski flyta inn í høvusstøðina hjá Rinnan eftir kríggið, inn í húsið, sum varð sjálv ímyndin av øllum óndskapi? Simon Stranger setur saman brikkar, sum spenna um eina øld og fevna um vakrastu og ljótastu síðurnar í mannalívinum.