Surrandi og krúpandi SMÁKYKT
Tað eru nógv túsund sløg av smákyktum til. Visti tú, at tað bara er honmýggjabitin, sum sýgur blóð? Ella at grindalokkur er ein risamýggjabiti? Og at grátt undir steini hevur táknur? Og hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu nógv eygu ein eiturkoppur hevur? Um klukkur duga at flúgva? Ella um reyðmaðkur skríður líka væl aftureftir sum frameftir? Les meiri um, hvussu hesi og onnur smákykt liva.
Heimsfarsóttir
Ein sjúka breiðir seg um allan heimin. Er honvandamikil? Fara nógv at doyggja? Fáa vit hjálp, um vit gerast sjúk? Í hesi bókini kanst tú lesa um nógvar heimsfarsóttir, og hvussu tær ávirka okkum. Eisini um koronu í Føroyum.
Vinur mín Bartal - Tey í skrímslagarði
Bók, sum er stuttlig og løtt at lesa.
Guds undurfulla orð (25)
Guds undurfullu orð er ein spennandi barnabók, har lagt verður upp til, at børnini eru virkin. Her ber bæði til at lesa, tekna og klistra og tí kann bókin brúkast av fleiri aldursbólkum; ja foreldrini kunna eisini vera við :-).
Rokning 6b, Javnbók
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Fitta milliónin (30)
Ein púra vanligan dag vinna Frank og mamman í lotto. Og sjálvandi er ongin dagur vanligur aftan á tað. Øll í bygdini vilja hava tær fýraogtjúgu milliónirnar. Mamman ger alt verri, tá hon sigur, at tann fittasti persónurin í bygdini fær burtur av pengunum. Tað verður so ringt, at mamman og Frank noyðast at rýma í Suðurlond at ferðast. Hvussu leingi kunnu tey krógva seg? Hvør í bygdini fer at vinna kappingina um at vera fittast? Og kann tað veruliga enda við,at Frank ikki fær eitt klovið oyra?
Tá ið Mamma Mu møtti Krákusi fyrstu ferð
Mamma Mu fekk sær renningarlop og hoppaði yvir um hegnið. - Oy, her liggur ein lítil fuglur! segði hon. Hon snoddaði at honum. - Er hann deyður? Fuglurin reisti seg. - Hvat GERT tú?! kráaði hann. Eg eri ikki nakar lítil fuglur! Er eri sjálvur Krákus! - Eg eri eri sjálv Mamma Mu, segði Mamma Mu og smíltist vinaliga. Tí hetta var allar fyrstu ferðina, at Mamma Mu hitti Krákus.
Eg skrivi á vátt pappír, yrkingar
Savnið hevur átta partar, og í hvørjum parti er ein nýggjur formur, og teir snúgva seg eisini um hvør sítt evni. Savnið hongur tó saman sum ein heild, og tankar og myndir verða bygd upp og lødd við merking tvørtur um alt savnið.
Leikrit 31, Fjalla Eivindur
Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli. Eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið ar hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinnu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum - á donskum.
Veingir á hæli, valdar yrkingar
Hetta er annað bind í stóra savnsverkinum. Burtur úr tí ørgrynni av yrkingum, Alexandur hevur skrivað millum ár og dag, hevur hann sílað sínar allarbestu burturúr og savnað tær í verkinum Veingir á hæli. Hetta er annað bindið í savnsverkinum við skaldskapi í bundnum máli eftir Alexandur. Fyrsta bind Fjøtrað á flogi kom í fjør, tá ið yrkjarin fylti 70. Triðja bind, ið kemur í næsta ár, verður úrvalssavn við sangum, yrkingum og rímum til børn.
Whisper of Butterfly Wings, yrkingar
“Whisper of Butterfly Wings” has been influenced by a myriad emotions that have surfaced when experiencing Faroese fine arts, my immigrant experiences, significant moments in my life, my faith and eclectically diverse moments, when my muse has held sway.
Tað orðið - onnur økt útgáva, yrkingar
Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn, sum gjøgnum bønina Gev mær ... uttan íhald sóknast eftir tí rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi.
Rakkaljóð, yrkingar (50)
Savnið byrjar við: sanki saman setningar sum sýta at seta punktum – og síðan floyma setningar inn, sum nema við tíðina, stættarmun og borgararættindi, um fánandi gess, rekmáttin í dreymum og heilagum orðum.
Móðurmjólk
Henda søgan um kvinnur mótvegis statinum dregur fram beisku søgu Lettlands frá 1945 til Berlinmúrurin fall ella neyvari: frá 1969 - 89. Ein øld er umliðin, síðan Lettland alment varð tjóð, og helmingin av tí tíðini hevur landið verið undir sovjetskum yvirræði.Nora Ikstena lýsir trælatilveruna í sovjettíðini, har ein mamma spakuliga fer í upploysn, samstundis sum frælsið í høvuðsstaðnum Riga nærkast.Hetta er ein beisk søga, sum nú er týdd til 26 mál. Tað 26. er føroyskt.
Í umfari, týddar yrkingar
Í hesari bókini eru 46 týðingar eftir 26 ymisk skøld. Tann elsti yrkjarin í hesum savni var føddur í 1770, tann yngsti í 1988. Talan er tí, sum rímiligt er, um rættiliga ymiskar yrkingar, bæði í innihaldi og formliga. Hesar týðingar eru gjørdar yvir eitt langt áramál, tær elstu helst í 1968 ella 1969 og tær yngstu í ár, nýtýddar. Sostatt er ein stív hálv øld ímillumtær elstu og yngstu týðingarnar.
Mín gløggi vinur (34)
Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.















