Grísaflísapætur, fløga
Í 1999, kom út fløgan 'Grísaflísapætur' við orkestrinum 'Gummiskuggar', sum Jensina Olsen legði til rættis og sang á. Talan er um løg hjá Knút Olsen og yrkingar hjá Alexandur Kristiansen. Hon er á leið 30 min til longdar. Fløgan varð/er sera vældámd, bleiv útseld skjótt og verður javnan brúkt í Barnaútvarpinum. Tað var 3'arin sum gav út tá, og nú er hon endurprentað hjá TUTL. Eftirspurningurin sum er íkomin, kemst av, at tey ið tá vóru børn, hava nú fingið børn. Nokkso fitt.
Ókendar leiðir, fløga
Ókendar Leiðir is the first solo release from faroese singer-songwriter Rani Nolsøe. Rani Nolsøe is a well known singer-songwriter in the Faroe Islands. He is especially well known from the band “Frændur”.
Raske drenge, LP
With this exciting and ambitious debut album, Raske Drenge seeks to establish a new direction and revitalize Faroese Folk music, making it easily accessible and relatable to a new generation of listeners. Building on the traditions of Norway, Ireland North America and adding a whole lot of attitude, this eclectic fiddle and guitar album, though steeped in tradition, reeks of young, raw energy!
Síðsta kvøldmáltíðin; LP
Síðsta kvøldmáltíðin (meaning: The Last Supper) is a project by Kaj Klein, that started in 2012. Bendar Spónir then recorded some of the songs with him in 2015 and after his tragic death in August 2019, his wife, Elin Josefina Smith, made sure that the album was finished and released. The album is primarely made of 116 notes written by Kaj, that Elin Josefina found in some envelopes.
Millum vinir
Millum vinir er bókin um lívið í einum kibbutsi í Ísrael. Í átta stuttsøgum lýsir Amos Oz nakrar hjartanemandi lagnur, og tær eru so væl skrivaðar, at hann valla verður tikin. Ljósið er sett á einstaklingin og felagsskapin. Í kibbutsinum búgva nógvar ymiskar lagnur; børn, ung, gomul, støk og hjún. Tey, sum í síni tíð stovnaðu kibbutsin, eru flest øll farin, og strongu reglurnar eru til umrøðu.
Millum fjals og fjøru (25)
Hendan krýnika er ikki minni fjølbroytt enn tær fyrru. Hesa ferð eru vit bæði á sjónum og uppi á landi. Vit eru við politisk samráðingarborð um fiskirættindi kring Norðuratlantshav og vitni til politiska upploysn á løgtingi og í landstýri, sum í 1980 endaði við vali í ótíð.
Drongurin, sum rópti so illa (62)
Drongurin rópar, og øll hini halda fyri oyruni. So fer høvdið á honum knappliga at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer hann, og man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi.
Mumisa orð (30)
Ein sera vøkur faldibók til tey smæstu børnini at hyggja at, meðan tey liggja á búkinum. Í bókini eru vakrir litir og einføld orð.
Hilbert (20)
Hilbert vil hava Bob at hjálpa sær. Tá Bob kemur, hongur Hilbert í luftini og veit ikki, hvussu hann skal sleppa niður aftur. Tíbetur hevur Bob eina gularót ...
Rokning 6, avritsmappa
Rokning 6, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki.
Hevnarin
Ella er saman við happaranum Damiani. Ein dagin kemur hann ikki í skúla. Hvar er hann? Skjótt er halloween-veitsla í gamla sláturhúsinum. Alvi, sum er ungdómsráðgevi, biður Ellu hjálpa til. Men hvat er hetta fyri veitsla, sum Alvi skipar fyri? Hví skulu eingi foreldur vera vakt? Og hvar verður av Damiani?
Handbók fyri superhetjur 5.partur: Horvin
Størsti brotsmaðurin í Rosenhill, Wolfgang, situr í fongslinum. ;´Men tað merkir ikki, at Lisa og Maks einki hava at gera. Ein dagin hendir nakað ræðuligt. Børn fara at hvørva um næturnar. Eitt fyri og annað eftir, uttan nakra ábending. Fólk í býnum verða ørg - hví finna Reyði skorturin og Villa býflugan ikki børnini? Samstundis roynir Lisa at læra Niklas og Robert superhetjukynstur, men hetta gongur ikki væl. Brádliga eru øll ímóti Lisu. Hvønn kann hon nú líta á?
Lívið í rúmdini
Hvar búgva fólkini úti í rúmdini, og hvussu koma tey hagar? Hvussu er tað at arbeiða, eta og sova í rúmdini? Í hesi bókini finnur tú svarini og ørgrynnu av spennandi upplýsingum um lívið í rúmdini.
Heykur flytur inn
Eg eiti Lea, og eg havi altíð vilja átt ein hund. Eg havi lisið um hundar og lært meg alt, sum tú eigur at vita um hundar. Eg havi plága mammu og babba hvønn dag. Eg havi gjørt altfyri at fáa ein hund. Og veitst tú hvat? Ein dagin hendi tað! Eg fekk ein hund. Heykur flytit inn til okkara.
Ghost - Fjarstýrarin
David flýggjar. Hann fjalir seg langt burtur frá familjuni, meðan hann roynir at finna prógv, sum kunnu fáa pápan út úr fongslinum. Men nógvar løgnar hendingar eru í býnum. Fólk bera seg at sum sombi. Sum er tað onkur, sum stýrir teimum. Skjótt er ein heilur herur av viljaleysum trælum í hølunum á Dávidi. Hvussu skal hann megna at vinna á einum manni, sum brúkar ósek sum livandi skjøldur?















