At liva í løtum
Henda bók er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Bókin er í høvuðsheitum ein ættarsøga fyri Rituvík. Hon er ein roynd at greiða frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum, og ikki minst hvat bleiv av teimum og teirra, ið fóru av bygdini – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar. Onkrar styttri lýsingar og søgur, ið hava samband við Rituvík og fólk har, eru við í bókini.
Feigdarfræ - Tóra III
Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!” Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?
Leyp nú, Eva!
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?
Í morgin fari eg aftur at spæla við babba
Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út. Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey. Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba. Nær koma tey heim aftur? Ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.
eg hvessi mær knívin, eg komi heim, yrkingasavn
Kroppur og sál sameinast í einari klárari, hugsanarsamari rødd, sum myndar eitt rámandi kut úr menningargongd hjá einum ungum menniskja í dag Yrkjarin Nansý Sunadóttir er fødd í 1997. Hon er BA í føroyskum máli og bókmentum og hevur yrkingar í Varða
Vit skulu upp og avstað
Tað er sum í tvístrongdum framtíðar- streymi nú pólísurin hímast kreymandi „mitt“ í eini alsamt nærkandi ístíð Tað er sum í minnisins gloppum & gloprum og í tilverunnar ótolandi lættleika „mitt“ í eini naskari og framliga krámandi elli
Í Íslandi summarið 1977 (Sprotin)
Á barnaárunum vóru nøvn, ið festu seg í huganum og ongantíð hvurvu aftur. Summi komu úr bíbliusøguni. Sum Nain, Kanaan og Emaus. Onnur komu frá prátinum hjá monnunum undir hjalsvegginum. Sum Seyðisfjørður, Langanes og Siglufjørður. Og hjá honum, ið hvørki gjørdist pílagrímur ella fiskimaður, vórðu hesi nøvnini bara hangandi. Sum ósjónligar verur, ið ongantíð fingu samband við veruleikan.
Upp eftir enda
Savnið viðger menniskju, sum eru steðgað upp, eru læst av fordómum og umhvørvi, har menningin tykist strandað. Tað lýsir tey, ið sjáldan fáa talutíð, og sum færri skilja. Hvørt við sínum lýtum og einsemi í einum samfelag, har fólk vita av hvør øðrum, sneytast og eru illgrunasom. Har er trupult at bjóða normum og fordómum av og ilt at gera nakað við tann sosiala arvin.
Okkara yrkingarsavn
Yrkingasavnið er ein fagnaður til øll, sum stríðast. Við yrkingasavninum ynskir Sinnisbati Ung at skapa eitt trygt rúm, har øll kunnu lyfta hvønn annan upp við listini og yrkingunum. Yrkingasavnið er ein roynd at skapa eina samrøðu og at geva eina rødd til allir duldir tankar, ið ung sum gomul ganga og fanglast við. Í savninum eru yrkingar hjá 14 høvundum í ymiskum aldri og við ymiskum royndum.
Eden
Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger at at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín. Yrkingarnar eru um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.
Abort (23)
Í bókini eru greinar eftir høvundar, sum á ymsan hátt hava verið við í almenna orðaskiftinum um abort sum serfrøðingar.















