Songbók Føroya fólks kom út fyrstu ferð í 1913 og hetta er ellivta útgáva. Støðið er úrvalið, sum Thorben Johannesen gjørdi til níggjundu útgávu í 1997. Sangirnir eru nú 547, í fyrstu útgávuni vóru teir 221. Tey, sum ritstjórnaðu tíggjundu útgávuni vóru Malan Marnersdóttir, Turið Sigurðardóttir og Eivind Weyhe. Í hesi ellivtu útgáva eru prentvillur og upplýsingar rættaðar. Løgini til sangirnar í hesu útgávu standa í lagabókini hjá Zachariasi Sørensen Løg til Songbók Føroya fólks.
Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm¬arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.
Eg hoyri hana framvegis siga tað finst bara eitt slag av kærleika eginkærleiki! Hetta segði hon sum hvønn morgun kykaði gav sirrunum og borðreiddi fyri sínum fólki. Var tráðurin skoyttur till øll pløggini hon bant hevði talan verið um einar tveyhundrað kilometrar av spunnum tógvi veit ikki hvussu nógv tað er í eygum siggi fyri mær ein heilan himmal við ullrandaðum glómum.
Føroysk málsøga 1 er fyrsta verkið av sínum slagi. Bókin lýsir byrjanina, hvussu tilvitskan um føroyskt vaks fram, hvørjar keldur eru, føroyskar mállærur, hvørji mál, føroyskt er ættað við og tíðarskeið í føroyskari málsøgu. Bókin er í sjey sjálvstøðugum kapitlum, sum kunnu lesast hvør sær. Bókin vendir sær til øll máláhugað umframt málfrøðingar og lesandi. Føroyskt málsøga 1 er tað fyrsta av íalt fimm bindum, ið eftir eftir ætlan koma í 2026 og 2027.