Dánjal á fuglaveiðu
Dánjal hámetir pápa sín, sum hevur verið um hann einsamallur, síðan mamman doyði. Men sum hann veksur, ásannar hann, at loyndarmálið hjá pápanum hevur bæði spennandi upplivingar og trupulleikar við sær.
Mállæra, heft
Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við rættskrivingarreglum og ein, ið sýnir, hvussu føroysk fólkanøvn bendast.
Søgufrøði
Bókin byrjar við tveimum táttum um, hvat søga er, og hvat endamálið er við søgu. Hví er søga so týðandi fak, hvørji eyðkenni hevur hon, og hvat kann hon brúkast til? .....
Og hanin gól
Pettson gamli eigur einar tíggju hønur í høsnahúsinum. Findus, fressurin hjá honum, plagar at beistast við tær. Hønurnar eru bestu vinit hjá Findusi - næst eftir Pettson, sjálvandi. Men ein dagin kemur Pettson við einum hana til hønurnar. - Hugg, vit hava fingið hana, káka tær. - Sum hann er prúður! Men Findus er ikki samdur. Hann heldur, at hann tekur sítt pláss hjá hønunum. Og so gelur hann alla tíðina...
Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo
Vinirnir Hugo, Ravnur og Tóa hava úr at gera. Tey skulu hjálpa Paol, sum hevur sína dagligu gongd á vertshúsinum Deyðu rottini. Paol hevur mist vinin, hundin Skjálm, og fyri at hann skal gloyma sorgina, mugu vinirnir finna honum okkurt at takast við.
Myrkar nætur
Ein yvirgangsbólkur herjar landið. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, so eingin kennir seg tryggan. Yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at eingin hevur hóming av, hvørjir teir eru.
Nøtabrótari
Um eina trædukku, sum børnini hjá læknanum Stálheim fáa í jólagávu. Tað kemur fram at Nøtabrótarin er ein gandaður prinsur, sum bara gentan, Maria, kan bjarga við kærleika sínum. Nøtabrótari gav tónaskaldinum Thaikovsky íblástur til at skriva ballettina Nøtabrótarin.
Professarin Spurnijørgin & Mil
Endamálið við hesum heftinum er at lýsa nakrar spurningar, sum vit halda næmingar í miðdeildini hava áhuga fyri. Vit hava hildið, at heftið birtir upp undir kjak um alkohol og stuðlar næmingunum í hesum kjakinum? Gjørt kann verða meira burtur úr í summum evnum, sum lýst eru í heftinum, ella kann eisini verða farið skjótari um summi evni - soleiðis hugur stendur, og tørvur er á.
Isabella
Um eina gentu, sum hevur ovurviðkvæmi og astma. Við myndum og teksti verður sagt frá, hvussu Isabella, sum er 6 ára gomul, livir við hús, í barnagarði og á sjúkrahúsi. Bókin er lagað til føroysk viðurskifti í samráð við læknarnar Jón á Steig, Anniku Olsen og Astma- og allergifelagið.
Søgurnar um Mowgli
Innihald: Úlvabrøður ; Kaa á veiðiferð ; Tikarin fær bana sín ; Hvussu óttin kom ; Skógurin og bygdin ; Fílaspjót Bongsins ; Reyðu hundarnir ; Várið
Garðahandilin 125 ár
Tað er ikki á hvørjum ári, at ein handilsfyritøka fyllir 125 ár. Tey fyrstu árini var garðahandilin ein úthandil hjá Thomsen á Tvøroyri, og sum vera man var handilin ta fyrstu tíðina lítil.
Gorpur Krunkar
in spennandi, litrík, gátufull og stuttlig krimisøga. Bókin snýr seg um eina gentu, sum er ljós og vøkur, eina sexuta rokkstjørnu, ein svartklædddan mann, sum ikki fírir fyri at drepa, ein vinmann sum doyði - ella varð dripin.














