Um ungu Karin Blom og hennara margháttiligu skyldfólk. Í heimi Karinar sveima hugflog og veruleiki saman í eind, næstan ógáað. Hon sigur frá, oyðileggur, argar og tølir - meðan øll onnur kring hana miðvíst stevna inn í einsemið.
Høvundurin ger eina ferð aftur til londini í Andes í Suðuramerika, og hetta verður samstundis ein ferð aftur í hansara egnu tíð og ta gomlu tíðina hjá upprunafólkinum har.
Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams.Tekstirnir eru í fullari longd.Bókin er býtt í í trý evni: Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag William Heinesens.
Tey, sum kenna skaldsøguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, fara í savninum Den yderste kyst - og andre essays at kenna aftur rúgvu av viðurskiftum, sum ganga aftur í skaldsøguni, ið kom út eftir deyða høvundans. Lýsingar av býlinginum á Reyni stava týðiliga frá egnum uppvøkstri, eins og lýsingarnar av fínu almúguni, sum sigst hava mentaskap og virðing sum nútímans fólk ikki hava ferilin av.
Við stórari skrift.
Hetta er fyrst og fremst ein roynd at lýsa Karsten Hoydal sum natúrlyrkjara.
Alkoholikarar. Rúsdrekkamisnýtsla. Viðgerð.
2 fløgur. Kvæðabókin hjá Tróndi á Trøð.
Greinir um søgulig evni, føroysk og alheimslig. Søgurligur skaldskapur og fólksmentan
Sára verður gift í eina bygd í Norðoyggjum, og hon er góð við mann og børn, men so kemur beiggi mannin av langfaraleiðum, og hon gerst góð við hann. Tá maðurin doyr, finna Sára og beiggin saman, men tey mugu goyma tað.
Drúgvasta greinini snyr seg um samfelag og mentasøgu. Kendari millum fólk eru ivaleyst stubbarnir um Malakoff ella Koffin, sum blivu lisnir upp í sendingini Vetrarbreytin.
Jóanes Nielsen letur her frá sær annað savnið av blaðgreinum.
Tað er eitthvørt Lisa í Leikalandi yvir frásøgnini, og líka frá fyrstu byrjan hevur lesarin ein av varhugan av, at hetta ikki er tann vanligi veruleikin, men ein ævintýrkendur.
yrkingarnar eru minni enn so bara speiskar – hóast eisini tað – men ímillum longri tekstir, sum taka tøk við tilveruna og portrettyrkingar standa tey fínligastu haiku