Koyribókin er tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í føroysku koyriskúlunum. Hon er góð handbók, tá ið koyrast skal trygt og væl, bæði í Føroyum og uttanlands.
Speiskar eygleiðingar samansjóðaðar við djúphugsni mynda eitt sterkt yrkingasavn.
Samsagdur tekstur á føroyskum og esperanto.
Um barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum. Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini.
Ungdómsbók fyri 13 ár og eldri.
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Onnur bókin í røðini um leikuni, sum liva, tá ið eingin sær. Í hesi bókini stuttleika leikuni sær óført, og tey fáa eisini ein nýggjan vin. Tá ið tey einaferð eru í Gøtu og vitja ommu Torkil, hitta tey Nikkolinu.
Kuffi er sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum, ein kuffertfiskur. Ein dagin hendir sonn vanlukka fyri kuffertfiskaættina, ið næstan verður avoydd. Nú eru góð ráð dýr, men lukkutíð veit Mekuffalem gamli hyggjuráðini.
Sára, sum er 16 ár, er flutt í nýggj hús við foreldrunum, men henni leingist aftur í gamla umhvørvið. Ein dagin rýmir hon heiman, men vinfólk hennara Sólrun og Heini og omman hjálpa henni.
Fyri hesar lívsins pílagrímar tykist eingin ætlan at vera, men bara tann blinda tilvild.
Brotamynd úr gerandisdegnum tíðliga í 20. øld.
Ellivu upprunasøgur, tríggjar týddar søgur og 22 týdd ævintýr.
Alan Paton gjørdi ferð til Evropa og Amerika at kanna fongsulsviðurskifti. Á hesari ferð skrivaði hann skaldsøguna Grát, mítt elskaða land- tær fyrstu síðurnar á einum hotellkamari í Tróndheimi og tær seinastu í San Fransisco.
Gary Lineker vil við hesi bókini vísa børnum og ungum, hvussu fótbóltsspælið er. Við stuttum teksti og nógvum fotomyndum sæst stig fyri stig, hvussu tú eigur at læra teg alt tað grundleggjandi, at sparka, skalla, verja málið og ymiskar liðskipanir.