Gylta svørðið
Triðja bókin í røðini um lítlu gentuna Petité, sum varð rænd av víkingum og nevnd Ása. Nú er hon ung genta og er vorðin væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, veturin líður, og eingin drongur kemur aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni.... og Ása er eydnurík. Undanfarnu bøkurnar í røðini eru: Drekaskipið og Gylta svørið.
Kurt verður óreinur
Øll halda, at Kurt er fittur. Kona Kurt heldur at Kurt er fittur. Øll trý børnini halda, at Kurt er fittur. Eisini Kurt heldur at Kurt er fittur. Men so verður Kurt óreinur. Slíkt kann henda tí besta, serliga tá tú fært nógvar pengar um hendi.
Mjørki í heilum
Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping. Søgan, sum vann 1. virðisløn, ANGEL
Niðunátt
Í hesi undranarverdu skaldsøguni um menniskjaligt dirvi og treiskni fagnar Steinbeck fólkaræðinum og máttinum hjá einstaklinginum at seta seta seg upp ímóti harðrendum yvirvaldi.
August
August er annað bindið í tríverkinum um vallaran og ævintýraran August, droymaran og spekulantin, sum elur órógv og fjáltur, har hann er, men eisini lív og kæti.
Tekn til børn, teldufløga
Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum. Brúkarin fær í einum spæli høvi at royna sín førleika. orðalistanum og arbeiða við evnum. Brúkarin fær í einum spæli høvi at royna sín førleika. Orð og setningar kunnu prentast út og t.d. heingjast upp. Fløgan er løtt at arbeiða við og skjótt gongur at fáa orðini fram.
Relativitetsástøði
Bókin er ætlað sum serevnalesnaður í alisfrøði í studentaskúlunum, har ið næmingar á hástigi plaga at lesa tvey ástøðilig evni.
Tórður Illugason
Tórður er sonur høvdingin í Illogadali. Hann er ikki sum onnur. hann vil heldur eta góðan mat og drekka enn at berjast og allarbest dámar honum, tá ið skaldini vitja høvuðssetrið, tá sleppur hann at lurta eftir yrkingum og kvæðum.
Landastrokini
Landastrokini er um, hvussu nýggja tíðin kemur til lítlu bygdina Pollin í Norðlandi. Bókin lýsir bygdarlagið og bygdarfólkið, tvíningin millum vallaran og tey búføstu, millum máttin at broyta og trongdina til tryggar umstøður.
Dárar og deydur
- So mugu vit heldur ynskja Simon Kroll vælkomnum í flokkin. Vónandi fer tú at trívast. Knappliga sansaði eg, at tað var meg, Simone, hon tosaði um. Skuldi eg siga, sum var? Takk, segði eg so grovliga og dreingjarliga, sum eg kundi.
Eitur nakað land week-end?
Sjónleikur um lívið á eini sinnissjúkradeild, sum samstundis er ein mynd av lívinum úti í samfelagnum. Sjónleikurin , sum vann fyrstu virðisløn í handritakappingini hjá Leikpalli Føroya.
Lagnan
Tilburðirnir í hesi skaldsøgu fara fram í tíð, sum liggur frammanundan trúbótini, og dámurin frá ógvusligum føroyskum sagnum er yvir henni. Hagamørk verða ásett og flutt við glíming partanna millum. Knívurin er eisini á lofti í hesum bardaga, helst helst í loyndum. Havrekar koma úr Noregi til Føroya og verða verandi her. Men gamla føroyska bóndasamfelagið er ikki rummiskt við hesar menn.Bøndur, fullir av ognargirnd standa fyri teimum, og girndin gevur hvørki eftir fyri drápi ella skálkagerðum.
Bretskur konsul í Føroyum
Í 1898 kom stóra innrásin av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hon var ein hvøkkur fyri føroyingar, sum sóu sjálvt tilverugrundarlagið hótt. Í 1901 var Villiers tilnevndur konsul í Føroyum.
Angin av vanilju
Omma Siri hevur krabbamein og gerst sjúkari og sjúkari, og floksfelagin, Coco, roynir at hjálpa Siri at fáa megina til at venda sjúkragongdini. Eitt undur skal henda, so at omma Siri ikki skal doyggja. Men undur kosta. Hvør er Coco? Hjálpir hann Siri, ella hjálpir hann henni ikki? Hon ivast, men verður alsamt meira hugtikin av tí løgna Coco, sum ger alt fyri at koma í samband við hana.
Vegurin at ganga
Jarnfrystu vetrarmánaðirnar um árskiftið 1944-45 flýggjar eitt lítið norskt húski undan krígnum. Illa sperd og í dýrastu neyð fara tey til gongu tvørtur um norðurnorsku fjøllini móti trygdini handan svenska markið.















