, ,

Alisfrøði og evnafrøði 1, arbe

Lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini, Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út.

78,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Alisfrøði og evnafrøði 1

Ensk mállæra. Arbeiðsbók

Hetta er ein arbeiðsbók til bókina Ensk mállæra. Uppafturprenta 2024

68,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fyriskipan

Fyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum.

8,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Firvaldsbók 4

Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum eykatilfar í byrjanarundirvísingini. Heftini eru ikki til eitt ávíst floksstig, men kunnu verða nýtt í eini næmingalagaðari undirvísing, soleiðis at næmingurin kann arbeiða á tí stigi, hann er á.

68,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tá ið eg havi málað summarhúsið

Søgan fer fram í Havnini í 90'árunum. Samfelagskreppa og rúsevni gera tað ikki lætt hjá tí hálvvaksna Pedda at fóta sær, men vón er fyri framman.

199,00 kr.
Vís meira
, ,

Teir horvnu kirkjubøstólarnir,

Meðan Kári, Rói, Beinta og Magnus eru inni á Fornminnissavninum 2. páskadag, verður ein kirkjubøstólur stolin. Tey gera sítt ítarsta at fanga tjóvin og verða fyri alskyns spennandi og óhugnaligum hendingum.

199,00 kr.
Vís meira
, ,

Rokna - telduforrit

Telduforritið Rokna er ætlað børnum 6 - 10 ár, 1. - 3. flokki . Andrias Hammer hevur forritað, teknað og sett upp. Hetta er eitt undirvísingarforrit í støddfrøði til skúla- og heimabrúks.

78,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Løgtingið 150, bind 1 og 2

Bind 1 & 2 - Løgtingið 150 ár. Ritgerð. Sergreinir og ævisøgur

150,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Klaverbókin hjá Stamen

Fyri børn. Klaverspæl, nótar.

150,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Borgin handan havið

Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?

60,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Varðbjørn

Tað er tíðliga um morgunin. Leikabúðin er ikki opin. Allar bjarnirnar liggja í fasta svøvni ... næstan allar, tí ein svevur ikki. Hvat bagir lítlu bjørnini? Hon situr á varðhaldi og bara starir og svarar ikki, tá ið vaskibjørnin, hvítabjørnin og hunangsbjørnin royna at hjálpa henni. Men so kemur Sussibjørnin...

75,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Heimssøga 1, ljóðbók á fløgu

Heimssøga 1 viðger tíðarskeiðið fram til 1814 í veraldar- og Føroya søgu.

299,00 kr.
Vís meira
, ,

Burturhugur, filmur en.tekst

Hesin filmur tekur støði í bygdini Hattarvík í Fugloy og teimum fáu fólkum, sum búgva har um aldaskiftið 2000. Filmurin leggur seg eftir at geva eina mynd av tilveruni í bygdini, soleiðis sum bygdarfólkið upplivir hana.Hetta verður gjørt gerandisliga og livandi bæði við álvarsligum og kensluligum huglagi. Staðið sjálvt og umhvørvið slepp at seta sín dám á filmin, skýferð,sól vindur,fuglar,kirkjan og havið verða flættað saman við frásagnum hjá teimum sjey íbúgvunum.

198,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Burturhugur, filmur fø.tekst