Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Annar partur, sum er um arv og lívmenning. Triði partur er um arv og umhvørvi. Fjórði partur er um nøring í víðastu merking. Bókin er liður í einari bókarøð til 7.-9. flokk í fólkaskúlanum.
Sagt verður frá dramatiskum hendingum ymsastaðni í landinum: Úr Hvalba, Tvøroyri, Skopun, Skúvoy, Sørvági, Miðvági, Sandavági, Vestmanna, Strondum, Fuglafirði, Leirvík.
Endurminningar og bygdasøga av niðurseturbygdini Innan Glyvur.
Endurminningar og bygdasøga av niðurseturbygdini Innan Glyvur.
Sandor/Ida nemur við nógvar trupulleikar, ið eyðkenna tannáringaárini. Bókin er um Sandor og Idu, bæði 15 ára gomul, sum búgva í hvør sínum stórbýi.
Bókin Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.
Bókin Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Innihaldið er íløgur og fígging, fíggjarlig greining og fíggjarætling.
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Í lærarabókini til Kristni 4 verða allir samrøðukassarnir í næmingabókini viðgjørdir. Uppskot til sangir, faktatekstur. Hugskot til arbeiði við næmingabókini og aktivitetir. Fylgjuskjøl og svarlisti til uppgávurnar.
Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp til at arbeitt verður næmingalagað.
Næmingabókin er skipað í evnum. Hon hevur 25 opnur, sum viðgerða ymisk evni. Fremst í bókini er eitt árshjól, sum vent verður aftur til fleiri ferðir í skúlaárinum. Ole Wich hevur teknað næmingabókina, sum eisini hevur nógvar fotomyndir.
Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á snar.
Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.
Skygni 4 tekur ymisk evni upp í undirvísingina. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Torleikastigið er bólka í litir (grønt, blátt og reytt, ið er blandað).
Í avritsmappurni eru umframt avritssíður, nøtir, fimisrokning, tippa 13 og svarlisti. Avritssíðurnar eru knýttar at næmingabókini og eru tískil partur av tilfarinum til støddfrøðiundirvísingina í 6. flokki.
Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir. Við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi. Reyðu síðurnar eru blandaðar uppgávur.