, ,

Ravnar á ljóðleysum flogi

Fyrsta yrkingin sendir okkum beinleiðis inn í ein heim, har ein ferð móti eini nýggjari byrjan og endin á eini farnari tíð arbeiða framm ímóti hvørjum øðrum. Men áðrenn endarnir røkka hvør ørðum, skal søgan um alt tað, ið liggur ímillum sigast.

140,00 kr.
Vís meira
, ,

Millumlendingar, yrkingar

Evnið í hesum yrkingum er um at finna heim, flytingar, um ikki at festa røtur. At royna at festa røtur. Sjónin og navngeving stýra hesum yrkingum, tað neyva gerandisliga, tað vanliga og banala hava høvuðsleiklut.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Dilemma

Prosabókin er upprunaliga sprottin úr eini bloggfrásøgn. Hon er um eina unga føroyska kvinnu sum sjálvstilvitað og við stórum dirvi sigur frá síni søgu sum ein føroysk skrivandi kvinna í 21. øld.

140,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Tíðarbaðikarið hjá Proktori dr

Proktor fer at hitta gomlu kjerligheitina í París. Men stutt eftir at hann er farin, fáa Ata og Boksi eitt postkort frá honum, sum er skrivað á dulmáli. Proktor er í vanda, og Ata og Boksi gera skjótt av at fara at hjálpa honum.

195,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Myndaorðabók úr Mumidali (20)

Við myndaorðabókini er tað lætt hjá børnum í øllum aldri at betra um sítt enska orðatilfeingi. Í bókini eru meira enn 1200 orð innan ymisk øki, og tekningarnar eru fullar við smálutum at tosa um. Aftast er orðalisti.

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Nígari

Bókin hevur verið nógv umrødd fyri, hvussu hon lýsir listaumhvørvið, sum speglar restina av samfelagnum og virðunum í vesturheiminum, har skræða og sjálvsøkni skugga fyri øllum veruligum virðum og elva til sjúkliga kenslu av tómleika og virðisloysi.

188,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Eg síggi meg sjálva

Hetta er ein spennandi og sálarfrøðilig ungdómsskaldsøga um ektaðan kærleika og sonn og følsk vinaløg. Eg síggi meg sjáva í einum stolnum spegli er sjálvstøðugt framhald av bókini Sangur til ein firvald, sum kom út í 2003.

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Veiða vind, bók við QR kotu

Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Á bókini er ein QR kota, har Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið, og Føroya Symfoniorkestur við Bernharði Wilkinson sum orkesturleiðara spælir tónleikin, sum Kári Bæk hevur gjørt.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Kalt blóð 5, fløga

Rýmdur er fimta bók í røðini Kalt blóð. Sigrið er á veg heim. Knappliga koma dreingirnir til sjóndar í myrkrinum. Teir súkkla tigandi í ring um hana. Ringurin minkar og minkar. Sigrið roynir at sleppa fram við teimum. Men til fánýtis.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Kalt blóð 4, fløga

Tú ert deyður, Teitur er fjórða bókin í røðini Kalt blóð. Hon snýr seg um systkini Sigrið og Teit, ið eru stødd á posthúsinum, tá ið ránsmenn knappliga koma. Tá ið ránsmenninir halda á dyr, hava tey Teit við sær sum gísla, uttan at Sigrið grunar.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Kalt blóð 3, fløga

Hin stóri dreygurin er triðja bók í røðini Kalt blóð. Eitt stórt, myrkt skepilsi kemur til sjóndar. Tað kemur beint ímóti Teiti. Teir renna saman. Teitur starir upp í andlitið á honum. Tað er bleikt og gulligt ... sum um hann er deyður.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kalt blóð 2, fløga

Onnur bók í røðini Kalt blóð. Sigrið fer at vitja Teit á sjúkrahúsinum. Hon fer inn á skeiva stovu. har liggur ein ógvuliga sjúkur drongur. Hon skundar sær út. Men í somu løtu ber hon eyga við ein mann. var tað læknin? Og hvat gjørdi hann?

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kalt blóð 1, fløga

Teitur gongur heim úr skúla. hann hugsar um tey níggju børnini, sum eru horvin. Eingin veit, hvat er vorðið av teimum. tey eru bara horvin.Teitur heldur hetta vera óhugnaligt.Hann hoyrir ikki bilin, sum koyrir beint aftan fyri hann...

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Man, fløga

Fløga við m.a. The Fly, The Elephant, God is fucking with our heads og All you dream you get to keep.

169,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Longsul, fløga

Gjøgnumgangandi temaði í fløguni er longsul av ymsum slagið. Longsul eftir kærleikanum, eftir heimlandinum, eftir børnunum og eftir himmalinum.

169,00 kr. v.mvg
Legg í kurv