Bókin er ein bygdarsøga um niðursetubygdina Sandvík og myndar eisini brot úr Føroya søgu. Bókin er bygd upp um smásøgur og bólka í kappitlar, m.a. Arbeiðsfólk, fosturbørn og tilflytarar, Bygdin mennist, Bátarnir & Ull var Føroya gull.
Føroyskur dansur við Danisfelagnum í Havn. Kvæðini eru: Ámunds ríma, Fípan Fagra, Bøhmerlands dronningen, Jómsvíkingar, Skammelen boede i nørre Thy, Kong Hans han sidder på København & Fisken tager sin føde i vand.
Bókin er ætlað tær, sum hevur mist ein kæran. Høvundurin ynskir at koma syrgjandi vini sínum til hjálpar soleiðis at ein kemur út úr sorgini sum vinnari, ikki tann, ið ongantíð rættiliga fótaði sær aftur.
Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing.
Stórt farmaskip fer á land í Íslandi veturin 1868. Umborð er gentan Abba, ið hevur Downs syndrom. Plantufrøðingurin Fríðrikur tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Høvundurin fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna.
Heiðursritið er ein lýsing av kvinnuni, sum í 1977 var send á fund í Havn av fakfelagnum Fjalbrúðir í Vági. Ingeborg endaði í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag longu á fyrsta aðalfundinum hon var á.
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
Triðja bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan verður grind í Havn viðgjørd. Kongaligi handilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til avlops verður lýst.
Bókin er ein lýsing av føroysku flogsøguni til regluligt flogsamband stóð føroyingum í boði í 1963.
Bengalskur leikur frá 1912. Tagore er høvundur, tónasmiður, heimspekingur, málari og tónleikari.
Fyrsta skaldsliga verk eftir konufólk, sum kom út í bók í Føroyum, var leikritið Jákup á Møn eftir Sigrid Niclasen (1854-1927). Leikurin er skrivaður í 1890 og er nú endurútgivin av forlagnum Fannir.
Hetta er tíggjunda bók í Frøkun Ignora røðini. Frøkun Ignora er krabbabók, ið merkir at hetta er lættlesibók. Ignora fær av óvart hendur á einum lotto-seðli. Knappliga er hon múgvandi. Men er tað eydnan?
Hetta er nýggjunda bók í Frøkun Ignora røðini. Frøkun Ignora er krabbabók, ið merkir at hetta er lættlesibók. Ignora fegnast um blómurnar, hon hevur. Følna tær, verður hon kedd, so hon ger alt fyri at tær hava tað gott.
Allur flokkurin er boðin í føðingardag hjá Óla uttan Sámal. Mamman heldur, at tað má vera ein misskiljing, men Sámal er so illur, at hann ger av at skulka. Hann vil ikki vera í skúlanum, tá ið øll hini fara í føðingardag!
Dóttir Kelduna er fimta bókin í Enja røðini. Kalda vatnið fær hana at skelva og stívna. Hetta er alt ov torført. Men hóast hon er bangin, so letur hon seg toga niður í dýpið. Tær svimja djúpari og djúpari. tað verður myrkari og myrkari.
Frúa Okkara er sætta bókin í Enja røðini ið er ein sokallað krabbabókarøð. Hon er givin út í røðini av bláum krabbum. Teir harðrendu vaktarmenninir hála kápuna av Enju. Ein eldri maður hyggur gjølla at henni. Hann er alt annað enn blíður.