Kaninin liggur ein dagin fløt sum ein pannukøka á vegnum, og so er spurningurin: skalt tú bara ganga framvið og látast sum onki, ella kann hon brúkast til okkurt? Hundurin og rottan vita eina loysn, so sjálvt flatar kaninir kunnu koma til sín rætt.
Lærubók í tekning. Dømi um kompositión, frágreiðingar um perspektiv. Dømi um hvussu listafólk nýta skravering at skapa rúm og dýpd.
Rottan er fyrsta stuttsøgusavnið hjá Sólrún Michelsen. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi.
Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í røðini. Sigrið kemur í klórnar á einum illgrunasomum manni ið tekur hana við í kloakkrørini undir býnum, bindur hana í ein stiga og rýmir. So sær Sigrið rotturnar og hoyrir brúsandi ljóðið av vatni, sum fløðir.
Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum tey ymsu ljóðini verða myndað. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, verða mynda fremst í munninum o.s.fr.
Súlubók - sætta bók í røðini. Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu 10 bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t, i, b, e, g. Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um.
Evnið er oljuleiting í Hetlandsrennuni og á føroyska landgrunninum seinastu 20 árini og hvussu hetta hevur ment vitanina innan jarðfrøði. Kapitlar eru m.a. um skap í undirgrundini, jarðfrøðina á havbotninum og oljuleitingarjarðfrøði.
Fløgan hevur 4 løg og er á enskum. Progressivt death/trash tungmálmur.
Aron Isaksen hevur skrivað og sungið løgini. Tikið upp í Rokkstovuni í Havn í 2010.
13 føroyskir sangir á donskum. Tónleikurin er skrivaður av Stanley Samuelsen. Yrkingarnar eru av m.a. J.H.O. Djurhuus, Christian Matras, Mikkjal á Ryggi og Stanley Samuelsen. Gunnar Hoydal hevur umsett yrkingarnar til danskt.
Hitt triðja træið er sætta bókin í røðini Kalt blóð. Í grannalagnum hjá Teiti og Sigrið sær Teitur, at ein maður grevur í garðinum. Teitur undrast, hví holið skal vera so stórt. Ger hann pláss fyri einum træi? Ella einum líki?
Henda áhugaverda bókin sigur frá líðingum og lívsvilja hóast nógva mótgongd og nemur við trælahald eisini á okkara døgum. Aftast í bókini er tíðarlinja, sum byrjar 1750 fyri okkara tíðarrokning, og endar á okkara døgum.
Sakarias hevur føðingardag. Hann er bæði spentur og stúrin, tí hetta er fyrstu ferð, at pápin kemur at vitja, eftir at foreldrini eru skild. Hvat nú, um tey fara at skeldast? Bókin er í fjórða torleikastigi og er violettur krabbi.
Ein søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur.
Metbókin hjá Rúnu lýsir gerandisdagin hjá børnum, sum hava foreldur, ið drekka; søgan er skrivað úr sjónarhorninum hjá barninum. Bókin er í fjórða torleikistigi og er violettur krabbi.
Í Sakarias og pápin fara faðir og sonur útferð, har teir skulu búgva í tjaldi. Hetta er ikki nakað, ið hóvar Sakariasi serliga væl. Bókin er til fjórða torleikastig og er violettur krabbi.